Reyði Krossur í Føroyum hevur nú samtykt, at lata 600.000 krónur í neyðhjálp til Sýria.
Í Sýria leikar størsta menniskjansliga kreppan í heiminum síðani seinna heimsbardaga, enn á, sigur Reyði Krossur í Føroyum.
– Kreppan hevur skjótt vart í níggju ár, og enn er tørvurin á hjálp sera stórur, leggja tey afturat.
Hetta seinasta árið hevur verið serliga merkt av vaksandi ófriði, og í dag er annarhvørt fólk í Sýria noytt frá húsi og heimi.
Harafturat kann henda ártíðin vera sera hørð við longum tíðarskeiðum við kulda og kava. Tey, sum ikki hava eitt heim, eru serliga illa fyri í kuldanum, og tað eru nógv fólk, ið ikki hava hóskandi klæðir ella skjól.
Í summum pørtum av landinum eru fólk farin at flyta heim aftur, men vegurin er enn langur. Heima er áhaldandi vandi fyri ósprongdum bumbum, manglandi arbeiði, útbúgving og heilsutænastum.
Reyði Krossur metir, at í løtuni hava yvir 13 milliónir sýrarar tørv á neyðhjálp og tí hevur Reyði Krossur í Føroyum tískil gjørt av at lata 600.000 kr. til verkætlanir sum vera stýrdar í samstarvi við Sýriska Reyða Hálvmána. Hesar verkætlanirnar snúgva seg um at menna heilsutænastur, psyko-sosialan stuðul, neyðhjálp og førleikamenning, sigur Reyði Krossur.