Allir vanligir føroyingar, ið bera avgjøld og skattir, eru partar av almennu/lands/ kommunalu/privatu/fyritøkum/stovnum/verkum/ virkjum kring landi!
Almenningurin eru allir vanligir føroyingar, ið bera avgjøld og skattir og keypa tænastur og vørur, ið fíggjar alt áðurnevnda virksemi kring landi í dag.
Tað er ikki rættvíst av vinnumálastýrinum at hava forerað landsognir til Føroya Tele, hvat vit sóu við T.F.L., ið farið er í søguna, ið ein ikki gloymir í dag!
Føroya Tele eigur ikki fjarskiftiskervið/netið og sendinetið hjá Útvarp og Sjónvarp Føroya. Tað ger landið, allir vanligir føroyingar, kring landi í dag.
Føroya Tele hevur ikki rætt at geva fjarskiftiskervið/netið tænastur til dótturfelagið Televarpi og fyrireika kapping mótvegis vørpunum í Havnini.
Eg vil finnast harðliga at Føroya Tele, Televarpi og vinnumálaráði, verður nýggja digitala sendinetið ikki at umfata vørpini í Havn/miðstaðarøki.
Eg vil gera vart við, at eigarafeløgini í Havnini hava kaðalsjónvarp, við upp til 40 sjónvarpsrásum, ið verða tiknar niður við stórum parabolum.
Hvussu verður við teimum og sethúsunum kring landi, ið hava fingið sær parabolir á húsatekjum/ veggjum, ið ikki er nakað prýði at líta á í dag?
Tað verður heimateldan/ telesamskifti umvegis internetið við fylgisveina og kaðalsamskifti, ið verður kappingarneytin hjá handils- og vinnulívi.
Tað verður víst til Georg Orwels framtíðar roman í ein áður hevur lisið og hoyrt sending í norskum útvarpi um áðurnevnda, ið livdi á eini oyggj.
Eg rokni meg fyri at vera bæði býttur og gløggur tá ein alment fær gjørt vart við seg í dag.
PS: Eg havi meira seinri í blaðnum!