Uppsagnir
Farmaskipið Norðland, sum P/F Heri Thomsen í Gøtu í sínari tíð keypti, hevur seinasta árið siglt í Noregi og aðrastaðni.
Í dag er tað Eimskip, sum eigur hendan parting av virkseminum hjá gøtumonnum.
Herfyri seldi Eimskip farmaskipið Skuran og segði alla manningina úr starvi.
Tá segði stjórin í Eimskipum í Føroyum, Jóhanna á Bergi, at Skurin er eitt lutfalsliga lítið og gamalt skip, og at felagið eigur nógv skip at taka av.
Hon segði, at sølan var ein liður í rationaliseringini hjá felagnum.
Fleiri uppsagnir
Nú hevur felagið, sum stendur aftanfyri Nordland, í fyrsta lagi sagt dekkarunum úr starvi vegna sparingar, sum tikið verður til í uppsagnarbrævinum, ið er dagfest 31. mai.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Eimskipum, er í løtuni í Íslandi, og hon svaraði ikki telefonini, tá vit fregnaðust í morgun.
Keldur í felagnum siga fyri Sosialinum, at einir 8 mans eru sagdir úr starvi, og at ætlanin er at mannað hendan partin av skipinum við fólki eystaneftir.
- Tey skip, vit kappast við á hesum leiðum, hava lægri manningarútreiðslur, og skulu vit standa okkum, noyðast vit eisini at minka um manningarútreiðslurnar, siga keldurnar.
Vónsvikin
Ein av manningini, sum Sosialurin hevur tosað við, sigur seg vera ógvuliga vónsviknan, nú tað er greitt, at aðrir skulu taka upp arbeiði hjá okkum.
- Eg havi bara verið ein túr við Norðland, men tá eg mystraði, fekk eg lovað, at eg kundi fáa ta siglingstíð, eg ynski mær fyri at fáa vinnubræv.
Dekkarin, sum annars er útbúgvin skipari, sigur, at vegurin frame r siglingstíðin, um tú seinni skalt kunna gerast skipari.
- Eg segði mitt arbeiði upp fyri at fara við Norðland, men nú eri eg longu sagdur úr starvi aftur.
Dekkarin sigur, at teir hava verið 9 mans umborð á Norðland á hvørji vaktini, og teir hava verið seks vikur umborð og síðan seks í landi.
- Í uppsagnarbrævinum, sum er undirskrivað av Tórhalli Thomsen, útgerðarmanni, stendur, at vit eru uppsagdir vegna sparingar, sigur hann.
Dekkarin sigur, at hann eisini veit um kokk og fyrsta meistara, sum eru uppsagdir í hesum viðfangi.
- Nei, hetta hevði eg slett ikki væntað, og eg vóni, at felagið hevur onkran annan møguleika til okkara, sum nú noyðast at gevast umborð á Nordland.
53 havnir
Á seinasta túri hjá dekkaranum var Nordland í tilsamans 53 havnum.
Nordland siglir millum norskar havnir og havnir í eitt nú Póllandi, Týsklandi og Danmark og onkuntíð er skipið eisini í Svøríki.
- Vit hava siglt undir føroyskum flaggi, sigur dekkarin.
Keldur í felagnum siga, at Nordland ætlandi verður verandi undir føroyskum flaggi, nú sparingar skulu fremjast við at taka nakrar eysturevropear umborð.