Føroyingar kunnu seta met í Litava

Higartil hava føroyingar ongantíð megnað at spælt fýra landsdystir á rað uttan at tapa, og nú er 60 talið av álvara í eygsjón hjá Óla Johannesen

LANDSLIÐIÐ OG METINI

Um tað leygardagin 12. oktober fer at eydnast fótbóltslandsliðnum at sleppa av vøllinum í Litava uttan at hava tapt, so verður talan um met, sum má mestast at verða framúr. Møguliga metið verður, at føroyingar so hava megnað at spælt fýra landsdystir á rað uttan at tapa.
2?2 ímóti Skotlandi var triðja ferðin á rað, uttan at Føroyar hava tapt. Landsliðið hevur higartil í ár spælt fýra dystir. 10. februar taptu teir 2?1 ímóti Póllandi, og 13. februar vunnu teir 1?0 ímóti Liktinstein. Ta ferðina skoraði Uni Arge málið, sum seinni vísti seg at verða tað seinasta hjá honum á landsliðnum. Hesir báðir dystirnir vórðu spældir á venjingarleguni á Kypros.
21. august vunnu Føroyar 3?1 á Tórsvølli ímóti Liktinstein. Føroyar hava eina ferð áður vunnið tveir landsdystir upp í slag. Tað vóru teir báðir 2?1 sigrarnir á Malta í HM undankappingardystunum í 1997.
Føroyar hava eina ferð áður spælt tríggjar dystir á rað uttan at tapa. Teir vóru í 1999. Tá endaði vinardysturin ímóti Andorra í sambandi við venjingarleguna í Spania málleysur, og so spældu Føroyar tvær ferðir javnt í EM undankappingardystum á Svangaskarði ? 1?1 ímóti Skotlandi og 2?2 ímóti Bosnia.
At tað ongantíð er skilagott at kanna sær bitan, áðrenn hann er svølgdur, er gongdin í 1999 gott dømi um. Framúr javnleikirnir ímóti Skotlandi og Bosnia bóru við sær, at tað varð roknað við góðum úrslitum í næstu dystunum, sum vóru á heimavølli, men tað kiksaði fullkomuliga.
Ísland vann 1?0 á Tórsvølli, og so løgdu Føroyar rygg til EM tap ímóti Estlandi og Litava, sum vunnu ávikaavíst 2?0 og 1?0.
Hetta vóru vánaligu royndirnar, tá tað snýr seg um at stríðast fyri fjórða góða úrslitinum á rað.
Tað ber eisini til at finna tøl, sum kunnu brúkast sum grundarlag fyri vónini, at tað hesa ferð skal eydnast at spæla fýra ferðir á rað uttan at tapa. Føroyar og Litava vóru í EM undankappingarbólki saman í 1998 og 1999. Í oktober í 1998 vóru Føroyar á landsliðsferð í Litava og Skotlandi. Ferðin hilnaðist sera væl. Í Litava var úrslitið 0?0, og í Skotlandi taptu Føroyar 2?1. Um úrslitini um ein mánað í Litava og Týskalandi høvdu verið ein endurtøka av teimum á uttanlandsferðini fyri fýra árum síðani, so hevði tað borið væl til at liva við tí.Men kanska tey verða uppaftur betur!

Óli á veg ímóti seksti
Hvørja ferð, hann fer á vøllin, setur 30 ára gamli Óli Johannesen nýtt dystarmet. Leygardagin umboðaði hann Føroyar fyri 57. ferð, og nú er 60 talið av álvara í eygsjón. Um Óli hevði havt verið við á venjingarleguni á Kypros í vár, so hevði dystur nummar 60 verið á skránni í Litava 12. oktober. Men ta ferðina fyrireikaði Óli seg saman við Hvidovre til seinnapartin av donsku landskappingini.
Um landsliðið fer at spæla skrásettan landsdyst á venjingarleguni, sum er ætlað at vera í februar komandi ár, so verður tað dystur nummar seksti hjá Óla Johannesen, um hann verður við í báðum dystunum á uttanlandsferðini í oktober. Og tað verður hann, um ikki skaðar fara at halda honum aftur, og um hann ikki verður útvístur í Litava og harvið leikbannaður í Týskalandi.
Eingin ivi man vera um, at nú fer Óli Johannesen ikki at geva avboð til landsliðið. TB fær gagn av, at liðformaðurin á landsliðnum fær dystarvenjing í altjóða uppgávum. Tá Óli var í Hvidovre, var neyðugt hjá honum at venja og spæla saman við liðfeløgunum, um hann skuldi spæla á 1. liði og harvið vera so væl fyri at spæla á landsliðnum, sum tað bar til.
Men tað er neyðugt hjá Óla Johannesen at dríva á, um hann framvegis skal varðveita metið. Jens Martin Knudsen er treiskur og vil ikki geva seg. Seinastu fýra árini hevur hann sitið á beinkinum í øllum týdningarmiklum dystum. Nú fekk hann møguleikan aftur, og í samlaða roknskapinum er hann bara ein dyst aftanfyri Óla Johannesen.