Føroyingar kunnu atkvøða fyri Onnu

Fríggjakvøldið trínur føroyska Anna Nygaard á X-Factor pallin í DR-býnum, og hetta verður fyrsta LIVE sendingin av X-Factor í hesum umfarinum. Føroyingar kunnu atkvøða fyri Onnu. Spenningur hevur verið í føroysku luftini seinastu vikurnar, nú føroyska Anna Nygaard telist millum luttakararnir í ársins X-Factor.

 

Ótti hevur verið fyri, at Anna ikki megnaði at sleppa víðari frá teimum sokallaðu ?bootcamp? umførunum av kappingini. Seinasta fríggjakvøld var seinast bootcamp umfarið, og tá gjørdist greitt, at Anna verður við í fyrsta LIVE umfarinum av ársins kapping.

 

LIVE umfarið verður skipað sum ein konsert við teimum níggju finalistunum, og harímillum verður eisini ein framførsla frá Onnu Nyggard.

 

Eins og undanfarna ár kunnu føroyingar atkvøða fyri Onnu, og júst hvussu hetta verður gjørt verður upplýst undir sendingini.