FISKISKAPUR
Rógvi Borðoy
Eitt heilt ókent slag av fiskiskapi verður sett í verk við gamla Skansatanga, sum nú hevur skift navn til Bergunn.
Báturin fer fyrst og fremst at royna eftir einum krabbaslagi, sum enn ikki hevur fingið eitt føroyskt heiti. Á latínskum eitur slagið Chefion Affinis, men Finnbogi Hansen, reiðari á Bergunn, styttir tað Affinis. Reiðarin sigur harafturímóti, at spanskir keyparar ikki bert vilja hava hetta krabbaslagið. Teir vilja gjarna gera royndir við tindakrabbanum fyri at kanna, um eisini hann kann etast. Finnbogi Hansen sigur, at prísurin á Affinis er nøktandi, men vil ikki siga, hvør prísuri verður.
Teir leggja frá landi mikukvøldið, og fara út á djúpan sjógv at royna. Helst út á rennuna við Føroya Banka, sigur reiðarin Finnbogi Hansen. Hann sigur, at Nimb og Arctic Wolf hava gjørt onkran stuttan royndartúr eftir sama krabbaslagnum, og teir hava í øllum førum fingið okkurt í rúsurnar.
Tað eru teir báðir Finnbogi Hansen, reiðari, og Holgar Johansen sum hava tikið stig til verkætlanina. Holgar Johansen verður skipari á Bergunn.
Gamal í gørðum
Skiparin Holgar Johansen er ikki óroyndur innan krabbafiskiskap. Hann hevur verið við til krabbafiskiskap í Grønlandi síðan 1998, og sostatt hevur hann verið við síðani byrjanina á krabbafiskiskapinum í Grønlandi. Samanborið við grønlendsk skip, er Bergunn nógv betri útgjørd, sigur Holgar Johansen.
Hann sigur, at tað fyrsta árið í Grønlandi var tað besta. Skipið, sum hann tá var við fiskaði fyri 90 milliónir krónur fyrsta árið, men Holgar Johansen sigur, at hann tá royndi eftir einum dýrari slagi av krabba, so tað skal man ikki rokna við í Føroyum.
Trúgva uppá verkætlanina
Finnbogi Hansen sigur, at verkætlanin er sera spennandi, tí hon er tann fyrsta av sínum slag. Hann sigur, at tað er ringt at siga, hvat ein skal vænta sær burturúr verkætlanini, tí eingin hevur roynt hetta slag av fiskiskapi undir Føroyum, men hann hevur góðar vónir um, at tað fer at bera til.
-Vit eru komnir fram til, at vit skula hava okkurt um eitt tons av lidnari vøru um dagin fyri at fáa tað at bera til, sigur Finnbogi Hansen. Kostnaðurin av verkætlanini liggur um tvær milliónir krónur,
-Í dag er tað tað sama sum ein útróðrarbátur kostar, sigur reiðarin. Hann heldur ikki, at verkætlanin er dýr.
Landa triðja hvønn dag
Bergunn fer til skips við 600 rúsum at byrja við. Manningin telur átta, og reiðarin roknar við, at tað er nokk at byrja við.
Fyri at krabbin skal hava so góða góðsku sum gjørligt, má Bergunn inn at landa umleið triðja hvønn dag. Krabbin er enn livandi, tá hann verður landaður, og komin á land verður hann slaktaður. Bein og kjaftar verða so tiknir av og sundurskildir í støddir. Síðani verður lidna vøran fryst og send av landinum.
Finnbogi Hansen sigur, at tað besta hevði verið at havt eitt størri skip, sum kundi framleitt lidna vøru umborð, so teir ikki vóru noyddir at koma inn at landa so ofta. So høvdu teir slaktað og fryst krabban umborð, og høvdu tí kunnað fiskað meir.
Hann sigur tað vera ógjørligt at spáa um gongdina í framtíðini.
-Vit vita ikki, hvussu nógv er til av krabba, og heldur ikki, hvar hann livir. Men vit vita, at krabbin veksur seint, sigur Finnbogi Hansen. Og um hann bara livir í einum stað, er ikki so nógv til.
Holgar Johansen ávarar
Skiparin ávarar ímóti at lata ov nógvar bátar sleppa framat krabbafiskiskapinum, serliga tey fyrstu árini. Hetta byggir hann á royndirnar, hann hevur í Grønlandi, har roynt hevur verið eftir krabba síðan 1998.
-Vinnan í Grønlandi er í smildur, tí veiðitrýstið er ov stórt, sigur hann. Allur krabbin er longu uppfiskaður, og trupulleikin er, at krabbin ikki gerst kynsbúgvin til hann er 7 ára gamal, sigur skiparin frá.
Annars nevnir Holgar Johansen at Affinis, sum krabbaslagið eitur, eisini hevur verið fiskað aðra staðni í heiminum, og at krabbin longu er uppfiskaður nógvastaðni.
Av tí, at krabbaslagið ikki er tað sama sum í Grønlandi, sigur Holgar Johansen, at tað er torført at siga, hvussu tað fer at ganga. Í Grønlandi bleiv krabbin kókaður, og síðani frystur. Fyribils verður krabbin, sum Bergunn fiskar, frystur ráur, og skiparin sigur, at so gerst prísurin verri.
Royndarloyvi
Holgar vónar, at tað fer at ganga krabbafiskiskapinum betur i Føroyum enn aðra staðni. Hann sigur, at tað ræður um at vera varin at byrja við, og mælir til ansni.
Fyribils hevur Bergunn so fingið royndarloyvi, sum reiðaríið noyðist at søkja um av nýggjum hvørt ár.
Hetta er ein sera spennandi verkætlan, sum Sosialurin fer at fylgja væl við.