Føroyingar koyra skít sum ongantíð fyrr

Nú eru tað ikki bara ungir dreingir sum koyra skít, men eisini fullar gentur í bili eru ein vaksandi trupulleiki

- Rúsdrekkakoyring er ein trupulleiki, sum hevur verið í øking í ár.

Tað staðfestir Jón Klein Olsen, varapolitikommiserur, á politistøðini í Havn.

Hann sigur, at tað eru alt ov nógvir bilførarar í Føroyum, sum koyra við kenning.

- Tað er alt, alt ov vanligt, at bilførarar koyra ávirkaðir av rúsdrekka og tað er ikki vika, har ikki nakrir bilførarar verða tiknir fyri at koyra við kenning sigur hann.

Og verður hugt eftir tølunum fyri, hvussu nógvir bilførarar verða tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka, er nógv sum bendir á, at árið í ár fer at seta eitt keðiligt met, sum tað árið, har tað vórðu flest bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir.

Ringasta árið higartil var í 2003, tá ið 194 bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ávirkaðir. Tann 6. november í ár vórðu longu 170 bilførarar tiknir og síðani tá eru nakrir tiknir afturat. Og so skal minnast til, at hálvur annar mánaði er eftir av árinum.

- Tað er heilt greitt, at vit fáa bara ein brotpart av teimum, sum koyra við kenning og tí má staðfestast, at hetta er ein alt ov stórur trupulleiki í Føroyum.

Hvussu stórur tann parturin er, sum løgreglan fær fatur á, er hopleyst at meta um, men tølini vísa, at hetta er alt ov útbreitt.


Ungar gentur upp í part

Jón Klein Olsen sigur, at vanliga fatanin hevur verið tann, at tað eru teir ungu dreingirnir, sum koyra við kenning.

Men tað er ikki veruleikin sjálvur.

- Tíverri vísa tølini, at nú eru tað eisini alsamt fleiri ungar gentur, sum koyra ávirkaðar av rúsdrekka og eisini tilkomin fólk. Tær ungu genturnar eiga avgjørt størri og størri part av hesum keðiligu hagtølunum.

Jón Klein Olsen heldur, at tølini kunnu eisini tulkast soleiðis, at løgreglan ger eitt stórt arbeiði fyri at fáa fatur á teimum, sum koyra við kenning.

Løgreglan kundi saktans pynta um hagtølini við at gjørt minni, men fyri tað hevði trupulleikin ikki horvið.

Hann sigur, at løgreglan hevði eina vón um, at tað fór at hjálpa, at tað verður nevnt í fjølmiðlunum, tá ið bilførarar verða tiknir fyri at koyra við kenning.

Men tað hevur hann ikki varhugan av.

- Tað sær ikki út til, at tað rínur við, tí vit halda ikki, at tað virkar tálmandi, sigur varapolitikommiserurin.

Les eisini greinina: Politikarar kunnu hjálpa til at steðga rúsdrekkakoyring.