Hesar báðar fyrstu mánaðirnar í ár hava føroyingar keypt munandi fleiri bilar, enn í sama tíðarskeiðið í fjør.
Verða øll sløg av bilum, prutl, viðfestisvognar og annað, sum skal skrásetast, talt við, er vøksturin 28,3% í januar og februar í ár aftur ímóti somu mánaðum í fjør.
Men leggjas skal til merkis, at innflutningurin av persónbilum er vaksin 47,3% higartil í ár afturímóti sama tíðarskeiði í fjør.
Í Januar og februar í fjør innfluttu vit 87 perónbilar, men higartil í ár eru longu 128 nýggir persónbilar skrásettir.
Eisini tølini fyri vøruvognar eru hugalig hjá bilasølunum. Í januar og februar í ár vórðu innfluttir 18 vøruvognar aftur ímóti 12 báðar teir fyrstu mánaðirnar í fjør. Og tað svarar til 50% vøkstur.
Tilsamans vórðu 169 nýggj akfør skrásett í januar og februar í ár, aftur ímóti 132 teir báðar fyrstu mánaðirnar í fjør.