Á hvítusunnu fara seks føroyskir judoleikarar at kappast um Norðurlendska meistaraheitið.
Kappingin verður í svenska býnum, Lindesberg, hvítusunnuaftan og fyrra hvítusunnudag, og har fara tilsamans 386 luttakarar at royna seg.
Av teimum eru 54 luttakarar úr Danmark, 72 úr Finnlandi, seks úr Føroyum, 11 úr Íslandi, 54 úr Noreg og vertslandið, Svørík, hevur heilar 189 leikarar við í kappingini.
Kappast verður í øllum vektbólkum í -17 ár, -20 ár og senior hjá bæði monnum og kvinnum.
Føroysku luttakararnir eru:
-20 ár menn: Pætur Jákupsson og Nicolaj Skoubo. Báðir eru úr Havnar Judofelag, og báðir kappast í vektbólkinum -66 kilo.
Menn: Sigurd Bjørn Mørkøre úr Sunda Judofelag og Sigmundur Johansen úr Skálafjarðar Judofelag og teir kappast í -73 kilo, Áki Davidsen úr Havnar Judofelag í -81 kilo og Edvard Johannesen úr Sunda Judofelag í vektbólkinum -90kilo.
Á myndini eru teir, frá vinstru: Nicolaj Skoubo, Pætur Jákupsson, Áki Davidsen, Edvard Johannesen og Sigurd Bjørn Mørkøre. Sigmundur Johansen manglar á myndini.