Føroyingar kappast í EM

Badminton: EM verður spælt í Prag, Kekkia, í hesum døgum.

EM í badminton fyri lið og einstaklingar er í hesum døgum í Prag, og Føroyar eru við í báðum kappingum.

 

 

Í liðkappingini møttu Føroyar Russlandi, Grikkalandi og Rumenia. Hóast Føroyar ikki vunnu nakran liðdyst, so hevur hetta verið sera læruríkt fyri leikararnar, og hava tey fingið týdningarmiklar royndir í hvussu altjóða dystir verða spældir á hægsta stigi. Úrslitini av liðdystunum vóru: 0-5, 0-5, 1-4.

 


- Hóast tað sær út sum um, at føroysku badmintonleikararnir taptu stórt, so vóru fleiri dystir sera tættir, sum líka so væl kundu verið vunnir. Tó vann liðið ein dyst í móti Rumenia, og var tað í einmansleiki hjá monnum, sigur formaðurin í Badmintonsambandi Føroya, Erik Engelbrecht Thomsen.

 


Í dag byrjar so EM fyri einstaklingar. Kappast verður í einmansleiki hjá kvinnum og monnum, tvímansleiki hjá kvinnum og monnum og blandaðum tvímansleiki.

 


Í einmansleik spæla Árant á Mýrini, Jónas Djurhuus, Alma K. M. Pedersen og Lena Maria Joensen. Tvímansleik spæla Árant á Mýrini/Ari M. Jacobsen og Alma K. M. Pedersen/Sissal Thomsen. Blandaðan tvímansleik spæla Lena Maria Joensen/Ari M. Jacobsen og Sissal Thomsen/Jónas Djurhuus.

 

Føroysku leikararnir spæla innleiðandi dystirnar í dag og í morgin. So spennandi verður, um okkara leikarar megna at spæla seg víðari frá innleiðandi umfarinum.

 

Ferðalagið verður aftur í Føroyum týskvøldið.

 

Tíðindaskriv