Eftir fólkatalinum er tað einki land í heiminum, sum kannar so nógv fólk fyri korona, sum føroyingar gera.
Tað segði Barður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, við Sosialin í gjár.
Í løtuni eru 1.221 fólk í Føroyum kannað fyri korona og tað eru gott og væl 2,3 prosent av fólkatalinum.
Lutfalsliga er tað 15 ferðir so nógv fólk sum eru kannað í Danmark, tí har vóru 8.746 fólk kannað í morgun, og tað er umleið 0,15 prosent av fólkatalinum.
Skuldi danir havt líka nógv fólk sum vit kanna í Føroyum, skuldu yvir 130.000 fólk verið kannað har, ella einar 15 ferðir so nógv fólk, sum í roynd og veru, eru kannað.
Men av tí, at føroyingar kanna so nógv fólk, verða eisini fleiri fólk funnin, sum hava smittuna og tað er ein orsøk til, at føroyingar liggja ovarliga á listanum yvir heimsins lond, har korona er staðfest.
Tað eru sjúkrahúsini, sum taka royndirnar, men tað er Heilsufrøðiliga Stravsstovan, sum kannar allar royndirnar.
Bárður Enni sigur at leiðarin á kanningarstovuni, Debes Christiansen, var úti um seg beinanvegin og útvegaði tilfar og útgerð, og bjóðaði seg fram at kanna royndirnar.
Hann sigur, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan er ógvuliga framkomin á økinum og er altjóða góðkend á hesum øki.
Tá ið alivinnan varð hart rakt av ILA-sjúkuni, fekk Heilsufrøðiliga Starvsstovan nýmótans kanningarútgerð og varð bygd út fyri 25 milliónir, og tað kemur okkum til góðar nú, segði Bárður Enni við Sosialin í gjár.