Føroyingar í India: Sluppu undan jarðskjálvta

Niels Pauli Danielsen og fimm aðrir føroyingar vóru staddir í India, tá vanlukkuligur jarðskjálvti rakti landið. Teir komu tó heim í øllum góðum um vikuskiftið


 

Fleiri føroyingar vóru staddir í India, tá ógvusligur jarðskjálvti rakti landið fyri góðari viku síðani.

Myndugleikarnir hava hildið upp á, at eini 100.000 fólk lótu lív í jarðskjálvtanum, sum rakti norðara part av landinum, men veruliga talið er helst um 35.000.

Í hinum endanum av landinum vóru føroyingar á ferð júst um hetta mundið. Ein teirra var sóknarpresturin í Klaksvík, Niels Pauli Danielsen.

? Vit merktu einki til sjálvan skjálvtan, tí India er eitt sera stórt land, og skjálvtin var har norðuri í landinum, greiðir Niels Pauli frá.


Stúrin starvsfólk

Trý føroysk pør vóru í donskum ferðalagi í India, og tey hildu til í ferðamannaøki har suðuri í landinum. Har í økinum er nógv av fólkinum kristin.

? Onkur av starvsfólkunum á hotellinum høvdu skyldfólk í nánd av jarðskjálvtanum, og tey vóru eitt sindur stúrin eftir hendingarnar, sigur Niels Pauli.

Men annars upplivdu føroyingarnir bara jarðskjálvtan gjøgnum fjølmiðlarnar ? bæði indiskar og útlendskar.

Leygardagin fór ferðalagið á flog úr India, og allir føroyingarnir eru komnir heimaftur í øllum góðum.