TV3 og 3+ hava nú valt dystirnar, sum rásirnar fara at senda í teimum fyrstu fýra umførunum av superliguni í vár. Tað eru serliga dystirnir hjá FC Keypmannahavn og Brøndby, sum verða vístir, og eingir føroyskir landsliðsspælarar verða at síggja í hesum dystum. Hvørki AaB ella AC Horsens eru millum liðini, sum verða send beinleiðis á TV3 og 3+ fyrstu fýra umførini.









