Eyðfinnur Jacobsen, advokatur
-----
Í vikuni hoyrdist, at ivasamt er, um næstformaðurin, sum seinni gjørdist formaður í fyrrverandi Eik banka, hevur møguleika fyri at fíggja sína verju í einum rættarmáli um endurgjald, sum Fíggjarligt Støðufestið hevur reist móti honum.
Í heyst kom brádliga fram, at Kringvarp Føroya hevði ikki pening til at halda fram við sínum virksemi uttan so, at eini 10 – 15 starvsfólk vórðu uppsøgd.
Hesar báðar hendingarnar fingu meg at seta mær sjálvum spurningin, um vit føroyingar hava ráð til fólkaræði?
Ella er tað bara so, at vit føroyingar mangla realitetssans og spenna bogan ov høgt, tá vit skipa okkara samfelag og tað virksemi, sum samfelagið kann bera?
Hví kom Kringvarp Føroya so brádliga í hesa støðuna. Er onnur frágreiðing enn, at Kringvarpið hevði størri útreiðslur, enn inntøkurnar kundu bera?
Hví kom fyrrverandi formaðurin í Eik banka í hesa støðuna, at hann ikki fær fíggja sína verju í rættarmálinum um endurgjald. Er tað tí, at bankin hevði fingist við virksemi, sum var alt ov váðastórt fyri eina føroyska fyritøku?
Men, hvat hava hesi bæði málini við fólkaræði í Føroyum at gera?
Talufrælsið er ein týdningarmikil partur av demokratihugtakinum. Í Føroyum hava vit síðan 1957 frá almennari síðu valt at styrkja talufrælsið gjøgnum almenna stovnin, sum nú eitur Krinvarp Føroya. Allir lurtarar og seinni hyggjarar hava eftir avgerð løgtingsins fíggjað virksemið hjá Kringvarpinum við tvungnum lurtara-og hyggjaragøldum.
Inntøkurnar hjá Kvf hava sostatt verið kendar til fulnar. Leiðslan av stovninum hevur tí einans skula ansað eftir, at útreiðslurnar ikki gjørdust hægri enn tær frammanundan kendu inntøkur. Trupuleikin hjá Kvf hevur eftir øllum at døma verið hann, at Kvf eisini hevur roknað við øðrum inntøkum, sum tíverri ikki vístu seg at vera í kassanum, tá saman um kom.
Rættartrygd er eisini ein týdningarmikil partur av demokratihugtakinum. Rættartrygd merkir millum annað, at allir borgarar í landinum skulu hava javnbjóðis atgongd til hjálp í rættarmálum.
Sambært tíðindastubba í útvarpinum viðvíkjandi rættarmálinum móti fyrrverandi Eik formanninum er trupuleikin tann, at fær hann ikki játtaða fría rættargond, er ikki møguligt at rinda fyri sakførarhjálp, tí endurgjaldskravið er óvanliga stórt, minnist meg rætt umleið 150 mió. kr.
Eg haldi tí, at svarið uppá spurningin frammanfyri má vera, at vit (einans) hava ráð til eitt avmarkað fólkaræði í tann mun, tað er tillagað tí fíggjarliga veruleika, sum valdar í Føroyum.
Gott nýggjár.