Føroyingar hava størstu forðingarnar í Danmark

Føroyingar hava størri rættindi í øðrum norðanlondum, enn vit hava í Danmark

Føroyingar hava størri rættindi í øðrum norðanlondum, enn vit hava í Danmark

 

Tað er greitt, nú Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur svarað einum spurningi frá Helga Abrahamsen, sum hevur havt sæti á Løgtingið fyri Sambandsflokkin.

 

Hann hevur spurt landsstýrismannin um, hvørjar markaforðingar, føroyingar standa fyri, tá ið fara í onnur norðurlond.

 

Poul Michelsen sigur, at tað er greitt, at nógv flestu forðingar, sum vit møta í okkara gerandisdegi, eru forðingar ímillum Danmark og Føroyar.

 

Hann sigur, at hetta er uttan iva tí at vit hava so tætt samband við Danmark, kanska serliga á økjum, har slíkar forðingar oftani eru. Her hugsar hann um almannaøkið, útbúgvingarøkið og heilsuøkið, og har ongin avtala er millum Danmark og Føroyar.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at ein føroyskur bólkur er settur at staðfesta, hvørjar forðingar skulu takast upp, eisini í norðurlendskum høpi.

 

Hann sigur eisini, at yvirlit er gjørt yvir tær markaforðingar vit vita um í ríkisfelagsskapinum og ímillum Føroyar og Norðurlond, men at tað er eitt yvirlit, tað alla tíðina er neyðugt at dagføra.

 

Kortini sigur Poul Michelsen, at seinastu tvey árini eru ymisk stig tikin á hesum øki. Eitt nú varð forðað fyri, at avtalan ímillum Noreg, Svøríki, Finland, Danmark og Ísland og sum tryggjar heilsustarvsfólkum, og starvsfólkum á heilsufrøðiliga økinum skjóta og lætta atgongd til arbeiðsmarknaðin í øllum Norðurlondum, varð sett úr gildi.

 

Annars varð ætlanin at seta hana úr gildi, tí at nú er alt fevnt av ES reglum. Men varð hon sett úr gildi, hevði hetta verið eitt stórt afturstig fyri føroysk heilsustarvsfólk, tí vit ikki eru fevnd av ES-reglum, sigur Poul Michelsen.

 

Hann sigur, at Tað verður eisini arbeitt við ítøkiligum forðingum og í tí sambandi er avtala gjørd við danskar myndugleikar, soleiðis at tað nú er lættari hjá føroyskum bilførarum at koyra vinnuliga í ES.

 

Eftir ES reglum skulu bilførarar, sum koyra vinnuliga í ES londum, hava ein ferðskrivara í bilinum og harumframt skulu teir hava eitt serligt førarakort í sambandi við ferðskrivaran.

 

Nú er avtalað gjørd um, at eisini føroyskir bilførarar, sum fáast við vinnuligan flutning í ES- londum, kunnu fáa serliga førarakortið.

 

Hann sigur eisini, at tey, sum hava fyritíðarpensjón, høvdu trupulleikar, tá ið tey fluttu úr einum landi í ríkisfelagsskapinum, í eitt annað, tí treytirnar undir pensjónini er ikki tær somu í teimum trimum londunum í ríkisfelagsskapinum.

 

Men nú hevur Løgtingið samtykt, at føroyskar fyritíðarpensjónistar, sum flyta til Danmarkar ella til Grønlands, varðveita føroysku fyritíðarpensjóna, til endalig avgerð um er tikin um teir fáa pensjón har teir nú búgva, tó í mesta lagi í trý ár.

 

– Eftir ætlan vera samráðingar næsta ár við danir um eina varandi avtalu, sum tryggjar viðurskiftini báðar vegir.