Føroysk húski eru rættiliga smá.
Tað vísir ein uppgerð, Umhvørvisstovan hevur gjørt.
Uppgerðin vísir, at helvtin av føroysku húskjunum einans fevna um eitt ella tvey fólk og sostatt má ásannast, at sum heild hava føroyingar øgiliaga gott pláss heima við hús.
Arbeitt verður framvegis við úrslitunum frá Manntalinum, sum var í vetur.
Men bíðað verður eftir teimum, hevur Umhvørvisstovan kagað eitt sindur eftir nøkrum hagtølum í landsfólkayvirlitinum og landsadressuskránni, sum stovnurin umsitur.
Og onkur úrslit eru heldur óvæntað.
Verður hugt eftir, hvussu nógv fólk, ið eru skrásett á einari ávísari adressu, sæst, at nógv føroysk húski eru rættiliga smá.
Ella við øðrum orðum: Í umleið helvtini av teimum skrásettu føroysku adressunum, har fólk búgva, eru einans eitt ella tvey fólk skrásett sum fastbúgvandi.
Umhvørvisstovan hevur ikki greinað tølini í aldursbólkar, og tí sæst ikki, um tey smáu húskini eru í teim eldru aldursbólkunum.
Somuleiðis vísa tølini ikki, um talan er um húski við støkum uppihaldarum og børnum.
Á myndini sæst, at í 23% av húskjunum í landinum býr bert eitt fólk, og í 26% av húskjunum búgva tvey fólk.
Sostatt búgva eitt ella tvey fólk í 49% av húskjunum í landinum.
Tóm hús, har ongin býr, eru ikki tikin við í uppgerðini.?
Sjálvandi mugu nøkur fyrivarni takast. Fólk kunnu hava eina aðra postadressu enn adressuna í landsfólkayvirlitinum, eins og ongin skráseting er av, hvørjar adressur eru ein bústaður og hvørjar ikki eru. Tí ber ikki til at gera nakað yvirlit yvir, hvussu nógvir bústaðir í Føroyum standa tómir.
Ein topp 10 listi yvir størri býir/bygdir, har tað bert eru eitt ella tvey fólk í húskinum, sær soleiðis út:
1. Funningur 78%
2. Skálavík 66%
3. Húsavík 65%
4. Tvøroyri 64%
5. Haldórsvík 64%
6. Leynar 64%
7. Sumba 60%
8. Oyndarfjørður 57%
9. Sørvágur 57%
10. Nólsoy 56%
Í listanum sæst, at í 78% av húskjunum í Funningi búgva 1 ella 2 fólk. Bygdir við minni enn 30 húskjum eru ikki tikin við í uppgerðina.
?Ein líknandi topp 10 listi yvir størri býir/bygdir, har húskini eru størst, tvs. har minst trý fólk eru í hvørjum húski, sær soleiðis út:
1. Nes, Eysturoy 69%
2. Hoyvík 69%
3. Saltangará 65%
4. Skálabotnur 65%
5. Velbastaður 63%
6. Hvannasund 63%
7. Norðskáli 62%
8. Argir 61%
9. Kaldbak 60%
10. Rituvík 60%
Í listanum sæst, at á Nesi, Eysturoy og í Hoyvík búgva meiri enn 2 fólk í 69% av húskjunum. Bygdir við minni enn 30 húskjum eru ikki tikin við í uppgerðina.