Føroyingar hava drukkið eitt lítið sindur meir

Hetta seinasta ári eru føroyingar farnir at drekka eitt lítið sindur meiri enn teir hava gjørt hesi seinastu fimm árini. Tað vísir ein uppgerð hjá Rúsuni, sum fevnir um søluna hjá rúsuni og søluna hjá brygjjaríunum.

 

Tølini vísa, at í miðal drakk hvør føroyingur yvir 15 ár, 6,5 litrar av reinum alkoholi. Hetta eru 0,2 litrar meiri enn í 2016, og nýtslan í fjør er tann mesta síðani 2012, tá ið nýtslan var 6,6 litrar. 

 

Hinvegin er rúsdrekkanýtslan í Føroyum lág samanborið við okkara norðurlendsku grannalond. Eitt nú er nýtslan í Danmark yvir níggju litrar av reinum alkoholi fyri hvønn dana yvir 15 ár. 

 

Harafturat er miðalnýtslan í Føroyum verið støðugt fallandi hesi seinastu árini. Í áttatiárunum, áðrenn rúsan kom, var nýtslan væl hægri, og okkurt árið var hon oman fyri átta litrar av reinum alkoholi fyri hvønn føroying yvir 15 ár. 

 

Beint tá ið Rúsan kom, minkaði nýtslan niður í góðar seks litar í miðal fyri hvønn føroying yvir 15 ár, men tey fyrstu árini hevði hon lyndi til at veksa aftur, og í 2007 var nýtslan komin upp á 7,1 litrar.

 

Áskoðanin hjá myndugleikunum er, at tað er rættiliga avgerandi fyri at tálma nýtsluni, at vit hava eina einkarsølu og at rúsdrekka er dýrt at keypa. 

 

Hinvegin er tað almenni málsetningurin, at fáa miðalnýtsluna í Føroyum niður á seks litrar av reinum alkoholi fyri hvønn føroying yvir 15 ár.