Tað spyr danin og listarmaðurin Ole Wich, sum hevur búð í Føroyum í mong ár, í kjalarvørrinum av stóra mótmælistiltakinum í Havn í dag ímóti rasismu í Føroyum.
– Rasisma – nationalisma. Same shit! So nær fáa vit eitt fólksligt mótmælistiltak ímóti FØROYSKAR NATIONALISMU, spyr hann á Facebook í kvøld.
Ole Wich vísir á, at tað eru nógv fleiri nýføroyingar, sum javnan verða happaðir, eyðmýktir og kropsliga álopnir av føroyskum nationalistum, enn tey fáu fólk, sum verða tað vegna aðra rasu.
##med2##
– Í føroyska fólkinum eru tað rætt og slætt mentanarligir og politiskir tættir, har nationalistikur atburður yvir fyri fólki uttanífrá er standard og verður stuðlaður virkið og opið, skrivar hann.
– Dagsins mótmælistiltak í Havn er tí grundleggjandi hyklandi, sigur hann.