Føroyingar granska ov lítið

Granskingin í Føroyum er ikki eins umfevnandi og í okkara grannalondum, ger Granskingarráðið vart við í nýggjum frágreiðingum

GRANSKING




Í gjár skipaði Granskingarráðið fyri framløgu av eini kanning, sum ráðið tók stig til á heysti 2003.

Endamálið var at kanna, hvat tað almenna og vinnulívið gera fyri at granska, menna vørur og tænastur fyri at fremja nýskapan. Granskingarráðið hevur givið út fimm bóklingar, ið greiða frá um hesi evni.

Í einum samandrátti er niðurstøðan hjá Granskingarráðnum, at samanborið við onnur lond, granska Føroyar alt ov lítið.

Sagt verður m.a., at støðan tykist ikki vera góð. Í mun til hugmyndirnar og í mun til stevnumið og støðuna hjá øðrum londum lógu Føroyar í 2003 oftast í aftara endanum.

Tøl, sum sambært Granskingarráðnum eiga at vera høg, eru lág, og ymsu lutføllini eru ofta øvug av ideallutføllunum. Vinnan fíggjaði minni, enn hon granskaði fyri, og gransking í sambandi við hægri útbúgving var bara ein lítil partur av tí almennu granskingini.

Granskingarráðið greiðir frá í sínum samandrátti, at lítið skipað fokus var í granskingini. Meginorsøkin til hetta er helst vantandi granskingarpolitikkur. Granskin er borin av einstøkum stovnum og hegnisligum eldsálum eftir egnum raðfestingum, sum Granskingarráðið málber seg.

Hesi mugu av sínum eintigum finna eyka fígging, sum er neyðug afturat tí avmarkaðu almennu granskingarjáttanini.



Vinnan nýskapandi


Eisini vil Granskingarráðið vera við, at vinnan í Føroyum var nýskapandi í árunum 2002-2004, samanborið við fyritøkur í Danmark og øðrum ES-londum. Samstundis bendir á, at vit kunnu síggja ein rímiligan nýskipanarinnsats í Føroyum, sum er næstan á sama støði sum í Danmark.

Í føroysku vinnuni var lítil og eingin gransking, og fyritøkur gjørdu lítið og einki við at verja nýskipanir. Hóast høga nýskipanarstigið vóru forðingar fyri nýskapan. Verða hesi viðurskifti tulkað sum heild, tykist føroyska nýskapanin meira eyðkend av smáum betringum enn stórum frambrotum.



Politikkskipanin er veik


Sum heild fær politiska skipanin ikki góð skotsmál í frágreiðingunum. Grundleggjandi veikleikar

eru bæði í sjálvum politikkinum fyri gransking og nýskapan og í háttinum, hesin politikkur verður gjørdur. Í nógvum førum vanta atfinningarsamar funktiónir í heildartilgongdini »politikkmenning og eftirmeting«, og nógv restar í, áðrenn føroyingar kunnu siga, at í Føroyum hava vit eina væl virkandi og samanhangandi skipan, ið sambært upplýsingum um gongdina, ger politikk og setur miðvís tiltøk í verk.




Fróðskaparsetrið fáa betri umstøður


Granskingarráðið mælir tí til, at Fróðskaparsetrið skal hava umstøður til at arbeiða miðvíst við at styrkja granskingarførleika og útbúgvingartilboð.

Fyritøkur skulu kenna tørv á nýskapan, sum byggir á gransking, og her er politiska uppgávan at gera forðingarnar minni.

Markamótið millum alment og privat skal styrkjast, har partarnir ávirka hvønn annan á professionellan hátt.

Uppgávan er at orða ein yvirskipaðan granskingar- og nýskapanarpolitikk, ið skapar teir neyðugu karmarnar fyri alemnnari gransking og vinnuligari nýskapan. Neyðugt er at bøta um samskiftið, og at politikarar, fyrisiting og granskarar semjast, so at politikkurin veruliga fær ávirkan. Tað er týdningarmikið, at politiska skipanin raðfestir hetta arbeiðið høgt, og at skipanir verða settar í verk, sum eftirmeta politikkin, metir Granskingarráðið.