Føroyingar gjørdu vart við seg í Århus

Føroysku tónleikararnir á SPOT-festivalinum í Århus fáa sera góð ummæli eftir framførslurnar um vikuskiftið. Eivør Pálsdóttir, Teitur Lassen og Lena Andersen vóru við, og tey megnaðu øll at gera vart við sín tónleik

Føroyingar gjørdu av álvara um seg á SPOT-festivalinum, sum varð hildin í Århus um vikuskiftið. Hetta var 11. ferðin, at SPOT var á skránni, og talan er um eitt tiltak, sum fyrst og fremst bjóðar tónleikarar, sum eru á veg fram.
Byrjanin til yrkisleiðina hjá Teiti Lassen var á júst einum slíkum SPOT-festivali fyri fleiri árum síðani, og Teitur var aftur við á SPOT 11 um vikuskiftið. Afturat honum høvdu eisini Eivør Pálsdóttir og Lena Anderssen framførslur.
Konsertirnar á SPOT 11 vóru hildnar á ymsum spælistøðum í Århus, og tað vóru tríggir dagar við nógvum spennandi framførslum. Stórur áhugi er fyri konsertunum á SPOT.

Sirena úr Føroyum
Gaffa og mymusic.dk hava ummælt allar framførslurnar, sum vóru á SPOT 11, og føroysku tónleikararnir fáa nógv góð orð við á vegnum.
Hóskvøldið var fyrsta konsertin á festivalinum, og hetta var ein konsert við fleiri kendum donskum nøvnum. Steffen Brandt úr TV2, Lars H.U.G, Henriette Sennenvaldt, Dicte og so Eivør Pálsdóttir vóru solistar hjá Midtvest Ensamble, og tey sungu tónleik hjá sær sjálvum og øðrum.
? Eftir eina fína byrjan á konsertini, gjørdist lagið enn betur, tá ið føroyska sirenan Eivør Pálsdóttir kom á pallin. Við gittara, trummu, einari rødd á hædd við Bjørk og Annisette og við strúkarum í bakgrundini sang Eivør við fullari orku so mann næstan kundi stúra fyri, at bygningurin fór at rapa, skirvar ummælarin Ole Rosenstand.
Hann skrivar, at framførslan hjá Eivør fekk nógvar lógvabrestir frá tí annars varnu áhoyrarafjøldini.

Lena skaraði framúr
Lena Anderssen spældi nakrar sangir á Train, og millum sangirnar vóru fleiri av seinastu útgávuni hjá henni.
? Lena spældi fimm sangir, og teir umboðaðu ymiskar stílir. Har vóru balladir og tveir væleydnaðir poppsangir ? serliga »Catch 22«, sum hevði eitt fangandi niðurlag, skrivar ummælarin Anja Følleslev.
Saman við Lenu spældu eisini Niclas Johannesen, Óli Poulsen og Hans Poulsen, og ummælarin heldur, at Lena skaraði framúr av teimum.
? Bólkurin spældi væl, men teir høvdu tíverri ikki sama neista sum Lena, sum bæði undir sangunum og millum sangirnar skaraði framúr og livdi seg inn í framførsluna. Lena hevði eina sera trygga framførslu, og hon hevði eisini yvirskot til stuttligar viðmerkingar, sum fingu áhoyrararnar við, skrivar ummælarin.

Teitur fekk flestar lógvabrestir
Teitur Lassen hevði eina framførslu á konsertini, sum kallaðist »Sangskriving í hvítum, reyðum og bláum«. Fýra solistar vóru á konsertini, og Teitur, sum var tann triði í røðini, stóð seg sera væl.
? Teitur fekk flestu lógvabrestirnar frá fólki, og tað er ikki so løgið, tá ið hugsað verður um, at hann fær alt størri undirtøku milum fólk, skrivar ummælarin Lea Hjort Mathiesen.
? Teitur var sjarmerandi og beskeðin, tá ið hann tók pallin við sínum vøkru og melankolsku sangum.
Framførslan hjá Teiti Lassen var ikki tann fyrsta á SPOT-festivalinum, tí longu í 1999 spældi hann har, og tá fekk hann eisini fyrstu sambondini, sum síðani førdu til eina veruliga yrkisleið sum tónleikari í Europa og USA.

Teir føroysku bestir
Eivør Pálsdóttir hevði eisini eina solokonsert á SPOT 11, og framførslan var í ARoS. Eivør sang í 40 minuttir á fýra ymiskum málum ? føroyskum, donskum, svenskum og enskum.
? Tað er blivið eitt tónleikaligt góðskustempul at verða norðuratlantiskur, og eisini tann lítla danska koloni-oyggin, Føroyar, er farin at framleiða talent, sum kunnu sláa ígjøgnum í móðirlandinum. Teitur er framvegis tann størsti, men onnur eru til reiðar at geva honum mótspæl, og ein av teimum er unga songkvinna Eivør Pálsdóttir, skrivar Mads R. Mariegaard í tí nakað »danska« ummælinum av konsertini.
? Eivør hevur eina rødd av tí slagnum, sum kann siga eina søgu frá norðurlendsku gudalæruni á ein slíkan hátt, at tú trýrt tí.
Eivør sang fleiri sangir av útgávuni Krákan, men tað var ein danskur sangur, sum gav mest respons frá áhoyrarunum. Eivør sang danska fólkasangin »Livet er ikki det værste, man har«, og tað vóru fólk fegin um, skrivar ummælarin.
? Men teir bestu sangirnir vóru teir føroysku, tí teir blivu sungnir við einari slíkari kraft, inniligheit og erligheit, sum bara fá kunnu gera Eivør eftir.