Føroyingar gera sítt til at oyða ozonlagið

Aftur ímóti øðrum londum, brúka føroyingar rættiliga nógv freon, sum oyðileggur ozonlagið rundan um jørðina og tað vil Umhvørvisstovan hava politikararnar at gera nakað við. Ein orsøk er helst, at ozon-oyðandi freon er nógv bíligari enn tað vandaleysa slagið, so her er peningur at vinna upp á at dálka umhvørvið

Vit í Føroyum gera okkara besta fyri at oyða ozonlagið rundan um jørðina.

Tað skilst á eini frágreiðing, sum Umhvørvisstovan hevur gjørt.

Frágreiðingin vísir, at aftur ímóti okkara grannalondum, brúka føroyingar rættiliga nógv ozonoyðandi evni í okkara ídnaði.

Freon verður brúkt í køliskipanum og tað eru serliga skip, sum brúka nógv freon, ella HCFC-22, sum tað eitur fakmáli.

Umhvørvisstovan sigur, at í fjør innfluttu Føroyar 3,1 ODP-tons av ozonoyðandi evnum.

ODP er ensk stytting fyri ozonoyðandi megi.

- Hetta er stór nøgd samanborið við Ísland og Noreg, sum í 2007 brúktu ávikavist 2,2 og 17,5 ODP tons hóast londini eru nógv størri enn vit, siga tey á Umhvørvisstovuni.

Tey siga, at í ár er fyrstu ferð, at næstan allir innflytarar hava latið upplýsingar inn um innflutning av ozonoyðandi evnum og tí er uppgerðin meira fullfíggjað enn undanfarin ár. Sostatt hava tølini fyri undanfarin ár verið lág og kunnu av tí sama heldur ikki reiðiliga samanberast við í ár. Men er kortini ein ábending um, at nýtslan er vaksin.


Nógv mest til skip

Kanningin hjá Umhvørvisstovuni vísir, at 68% av innflutninginum av freon varð selt til føroysk skip, 17% vórðu seld til útlendsk skip og 14% vórðu nýtt til onnur endamál á landi.

Tey kannaðu eisini um tað freon, sum varð innflutt, var nýframleitt ella endurvunnið og har var svarið púra greitt: Talan er einans um nýframleitt freon.

- Endurvunnið freon kostar tríggjar til fýra ferðir so nógv sum nýtt freon og tann lági prísurin er helst ein orsøk til, at Føroyar brúka so nógv ozonoyðandi evni samanborið við grannalondini, siga tey á Umhvørvisstovuni.

Í Danmark og í Grønlandi er als ikki loyvt at fylla køliskipanir við nýframleiddum freon, tí har er bert loyvt at selja endurvunnið.

- Í Føroyum er einki slíkt krav, og tí eru pengar at spara hjá teimum, sum keypa freon í Føroyum, men tað er sjálvsagt, at tann bíligara loysning verður vald, sigur Umhvørvisstovan.


Vilja hava tiltøk

Umhvørvisstovan hevur nú mælt landsstýrinum at gera reglar í gildi, sum minka um føroyska útlátið av ozonoyðandi evnum. Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Helena Dam á Neystabø, tók undir við tilmælinum og hevði í umbúna at seta Montreal sáttmálan í gildi í Føroyum, sum hevur ásetingar um útlátið ozon-oyðandi evnum

Endamálið var er eisini at seta kunngerð í gildi, sum tálmar útlátið av ozonoyðandi evnum umborð á skipum og at seta reglar um, at minka nýtsluna av ozon-oyðandi evnum fyri at leggja um til aðrar skipanir, sum ikki dálka umhvørvið.

Samstundis var ætlanin at gera reglur um, at tað einans skal vera loyvt at nýta endurvunnið endurvunnið Freon í Føroyum.