Føroyingar forvitnisliga vitjan

Hesa vikuna hava føroyingar vitjan av Anders Kingo, sum mest sannlíkt stavar frá systir til navnframa Thomas Kingo. Hann hevur og skal halda fleiri fyrilestrar á Føroyavitjanini

Tað er ikki á hvørjum degi, at føroyingar fáa so forvitnisliga vitjan sum nú, Anders Kingo er í Føroyum.

Danski presturin kom til Føroya sunnudagin, og í gjár hevði Jógvan Fríðriksson, bispur, bjóða honum at halda fyrilestrar fyri føroysku prestunum.

- Vit vóru í Havnar Kirkju, og eg helt tveir fyrilestrar fyri føroysku prestunum, sum mestsum allir vóru til staðar, ein fyrrapartin og ein seinnapartin, sigur Anders Kingo.

Aftan á var so møguleiki hjá føroysku prestunum at fáa eitt prát við kenda danska prestin um Søren Kierkegaard, sum Anders Kingo er serfrøðingur í.

Í kvøld skal danski presturin so halda ein fyrilestur í Norðurlandahúsinum, og sum hann hevur skilt, hevur stórur forhonds áhugi verið fyri hesum fyrilestrinum.

- Í gjár vóru tað tað fyrilestrar, har eg vendi mær til starvsfelagar. Í Norðurlandahúsinum í kvøld verður tað ikki sama slag av fyrilestri. Har verður tað meiri fólksligt, sigu Anders Kingo.

Í fyrilestrinum í kvøld fer hann at koma inn á lívið hjá Søren Kierkegaard, lestrartíðina og serligu evni høvundans. Hann fer at nema við, hvat Kierkegaard vildi við skriving síni og sínum serliga máta at skriva.

Í annaðkvøld verður so eisini ein fyrilestur, hesaferð í Miðlahúsinum saman við Jógvani Fríðriksson, biskupi. Roknað verður við einum øðrum slagi av áhoyrarum.

- Tá verður roknað við yngdi áhoyrarum, sum kanska ikki eru trúgvir kirkjugangarar, men eru meiri áhugaðir í Kierkegaard sum littererum persóni, sigur Anders Kingo.

Hóskvøldið verður seinasti fyrilesturin so í Klaksvík, áðrenn leiðin gongur aftur til Danmarkar fríggjadagin til prestagjald sítt beint uttan fyri Sønderborg í Suðurjútlandi.

Sum so mangir aðrir útlendingar, er eisini Anders Kingo bergtikin av føroysku náttúruni, og tá hann kemur aftur næstu ferð, skal tað bæði verða meiri frítíð og longri vitjan.