Eitt av heimsins best umtóktu fótbóltsfeløgum er Manchester United, sum hevur milliónir av fjepparum um allan heimin - fjeppararnir eru eisini nógvir í tali í Føroyum. Sostatt kann hugsast, at tað tekur mong ár á bíðilista at fáa árskort til heimadystirnar hjá United á Old Trafford, sum tekur 76.000. áskoðarar.
Men so er ikki. Jákup á Borg og Magni Mouritsen, sum eru Manchester United-fjepparar, vendu sær til Manchester United umvegis norska fjepparafelagið, og tað var ongin trupulleiki at fáa árskort til komandi kappingarárið.
- Magni Mouritsen og eg skrivaðu til Manchester United umvegis norska fjepparafelagið. Eg havi tvey, og Magni hevur somuleiðis tvey. Man plagar at hoyra, at tað er so ótrúliga torført at fáa árskort í Premier League, men vit skrivaðu til felagið, og tað var onki problem. Vit hava ikki eingongd staðið á bíðilista, sigur Jákup á Borg við in.fo.
Jákup á Borg heldur, at tað møguliga er ringa gongdin hjá Manchester United seinastu árini, sum hevur gjørt, at tað so lættliga hevur borið til at fingið árskort.
- Tað var eitt vilt skot í byrsuni. Kanska er orsøkin, at tað hevur gingið so illa hjá United seinastu árini, at áhugin er minkandi. Men eg veit bara frá fyrr av, at tað hevur verið ógjørligt at fingið árskort til Old Trafford, sigur Jákup á Borg.
Tað verður tó ikki soleiðis, at Jákup á Borg nú fer at ferðast til Manchester annað hvørt vikuskifti. Jákup á Borg rekur fyritøkuna Bilrøkt, og harafturat er hann eisini leikandi hjálparvenjari á besta liðnum hjá B36. Til teir heimadystirnar, sum Jákup ikki fer til, er ætlanin at leiga árskortini til áhugaðar føroyingar.
- Ætlanin er at fara til einar tveir-fýra dystir. Síðani eru árskortini tøk til allar aðrar heimadystir hjá United. Vit ætla at selja hesi árskortini til føroyingar til aðrar dystir, og tað er væl tryggari enn at keypa til dømis á tí svarta marknaðinum, sigur Jákup á Borg at enda.