Mentan
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Av teimum 350.000 krónunum, ið vóru lutaðar út, eru nevniliga heilar 225.000, ella góðir tveir triðingar, lutaðir til heilt ella lutvíst føroyskar verkætlanir.
Millum stóru postarnar til Føroyar kunnu nevnast, at sjónleikarabólkurin Huðrar hevur fingið 50.000 krónur til at framføra leikin Othello í Reykjavík, Føroya Klarinettorkestur hevur fingið tillutað 40.000 krónur til eina ferð til Nuuk og Reykjavík og at savnsskipið Westward Ho hevur fingið 70.000 krónur til at luttaka á einum tiltaki í Reykjavík við blandaðari manning úr Nuuk, Reykjavík og Tórshavn.
Klaksvíkingurin í Íslandi, Jógvan Hansen, hevur eisini fingið 10.000 krónur til eina fløgu við íslendskum og føroyskum sangum, og bogaskjúttin Jógvan Niclasen hevur fingið 5.000 krónur til luttøku í Reykjavík Open.
Umframt hesi, hava badmintonsambondini í Íslandi, Grønlandi og Føroyum fingið tillutað 50.000 krónur til samstarv sínámillum.
Tilsamans er her talan um 225.000 krónur, ið eru lutaðar til mentanarligar verkætlanir, ið eru heilt ella lutvíst føroyskar.
Nordisk Koncertkor fekk 50.000 krónur til framførslu av klassiskum kórverki í Nuuk, Kajakpolo Greenland fekk 58.400 krónur til landsdyst millum Ísland og Grønland og Íslendski barna- og ungdómsbókmentafestivalurin Mýrin fekk 14.500 krónur.
Á fundinum vóru umboð fyri tær tríggjar høvuðsstaðarkommunurnar, og føroysku umboðini frá Tórshavnar kommunu vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri, Bogi Andreassen, varaborgarstjóri, Sjúrður Olsen, 2. varaborgarstjóri, og Jógvan Arge, býráðslimur.
Hini, ið luttóku, vóru: Vilhjálmur Þ. Vilhjálmsson og Björk Vilhelmsdóttir frá Reykjavík Kommune og fra Nuuk Kommuneqarfik Sermersooq, Astrid Fleischer Rex, Mille Søvndahl Pedersen og Gert Ignastiussen.