Fiskivinna
Nú er arbeiðið byrjað á fyrsta føroyska flakavirkinum í Lettlandi.
Tað vakti ans, tá ið føroyingar fyrr í summar keyptu eitt flakavirki í Lettlandi.
Men nú er arbeiðið á virkinum byrjað og hesar seinastu vikurnar, hava tey brúkt til at fáa gongd á
Tað er Føroya Sparikassi, sum fíggjar hesa fyrstu føroysku vinnulívsroyndina á fiskivinnuøkinum, í hvussu so er av týdningi, í Baltalondum.
Tað er Pole Hansen, sum er stjóri á virkinum í Lettlandi, ið hevur fingið navnið Fariga Seafood.
Og hann sigur, at teir nú eru við at koma yvir teir allarflestu byrjunnartrupulleikarnar og eru so smátt við at koma rættiliga ígongd.
Tað slepst ikki undan, at lettarar eru øðrvísi av lyndi enn føroyingar og tað ger, at tað eru ymisk viðurskifti, sum vit skulu venja okkum við.
Hann sigur, at eitt nú hevur pappírsveldið góðar dagar í Lettlandi.
Her er alt nógv tyngri at fáast við, tí her gerst onki, fyrrenn sáttmálar og skrivligar avtalur eru gjørt um tað fyrst.
Hann leggur kortini afturat, at hesi viðurskifti sær hann ikki svart upppá, tí sum heilt gongur væl.
Arbeiði til 70 fólk
Stjórin á flakavirkinum í Lettlandi sigur, at higartil hava útvið 40 fólk havt arbeiði á virkinum, men at eini 70 arbeiðspláss vera, tá ið alt er komið í rættlag.
Nær tað verður, veit hann ikki, tí tað veldst alt um, hvussu skjótt tað gongur at leggja alla byrjanina afturum.
Annars sigur hann, at arbeiðsfólkið er sera væl skikkað.
Tað er á sera høgum støði, so har er onki at fýlast á.
Higartil hava tey tikið ímóti 160 tonsum av fiski, men tað verður væl meir, tá ið rættilig gongd er komin á.
Tað, teir hava lagt seg eftir í fyrstuni, er at arbeiða upsa, sum teir gera til portiónir. Men seinni er eisini ætlanin at arbeiða tosk og hýsu.
Higartil hava tey keypt fisk úr Danmark, Noregi og úr Føroyum til virkingar á virkinum í Lettlandi.
Hvussu stórur partur er føroyskur fiskur vil hann ikki siga, tí tað heldur hann er torført av definerað.
Vit hava keypt fisk frá seljarum í Føroyum, men vit hava eisini keypt føroyskan fisk frá keyparum í Danmark, so tað er torført at siga, hvat er føroyskur fiskur, sigur hann.
Men Pole Hansen sigur, at tað er tann minsti parturin av fiskinum, sum kemur úr Føroyum. Og hann væntar heldur ikki, at tað verður tað nógva av fiskinum, sum fer at koma úr Føroyum í framtíðini.
Sjálvur sær Pole Hansen als ongar trupulleikar í, at føroyingar stovna flakavirki í útlondum.
Eg vænti ikki, at vit fara at fáa tað nógva av fiskinum ú Føroyum, so hetta fer neyan at ávirka føroysku flakavinnuna nakað serligt.
Stjórin á flakavirkinum heldur eisini, at tað er neyðugt hjá føroyskum vinnulívi at síggja út um landoddarnar.
Vinnulív í øllum londum royna at víðka um virksemi uttanlands. Tey, sum ikki gera tað, liggja eftirá. Og vilja føroyingar ikki hyggja út um landoddarnar, eru vit skjótt liðug, staðfestir Pole Hansen.
Lønarlagið 15-20% av tí føroyska
Pole Hansen sigur, at størsti fyrimunurin við at hava virki í Lettlandi, er heilt avgjørt lønarlagið.
Lønin hjá arbeiðsfólkinum á virkinum í Lettlandi er fær 15-20% av tí, sum arbeiðsfólk í Føroyum fáa og tað er ein veldugur kappingarfyrimunur.
Hann leggur kortini afturat, at allur hesin munurin í lønarlagnum, kemur ikki virkinum til góðar, tí nakað av eykaútreiðslum er til at flyta fisk til og frá virkinum.
Men tað er eyðsæð, at hetta er størsti fyrimunurin við at virka í Lettlandi.
Annars sigur hann, at tað er eisini ein stórur fyrimunur, at Lettland er í ES.Samstundis er tað skjótt at ferðast niður á meginlandið og flutningssambandið er sera gott.
Tað eru Egil Olsen og Petur Olsen, sum eru føroysku høvuðsmenninir aftanfyri flakavirkið í Lettlandi.
Tá ið teir keyptu virkið útihýstu teir ikki møguleikunum fyri at víðka virksemi í Lettlandi, men tað er ov tíðliga at siga nakað um enn.