Myndugleikarnir í Danmark hava nú gjørt av, at sleppa ætlanin um at brúka koppingarevnini frá Astrazeneca, AZ. Tað hevur TV2 fingið at vita frá keldum í donsku stjórnini beint nú.
Sostatt er tað eisini greitt, at hetta koppingarevnið fer heldur ikki at verða brúkt í Føroyum, tí vit fáa okkara koppingarevni úr Danmark.
Illgruni er um, at samanhangur er ímillum koppingarevnið frá AZ og blóðproppar og tí góvust danskir myndugleikar at brúka koppingarevnið í meðan málið varð kannað, men í dag hevur stjórnin so tikið avgerð um, at koppingarevnið frá AZ skal ikki brúkast yvirhøvur, sigur TV2.
Fyribils eru tey somuleiðis givin at brúka koppingarevnið frá Johnson og Johnson, tí eisini í tí sambandi verður kannað, um samanhangur er ímillum koppingarevnið og tað, at fólk hava fingið blóðpropp. Og enn er óvist, hvørja lagnu tað fær, og um koppsetingin við tí verður tikin uppaftur.
Somuleiðis er tað óvist, hvørja ávirkan hetta fer at fáa á koppingarætlanina, og nær tað nú verður liðugt at koppaseta øll.