Føroyingar fara burtur frá sprutti

Síðani Rúsan hækkaði prísirnar í heyst, er sølan nógv minkað og serliga er sølan av sprutti minkað munandi. Vit royna at læra føroyingar at drekka minni sprutt og heldur at njóta vín og øl, sigur stjórin í Rúsuni

- Gongdin er heilt týðilig: Føroyingar drekka minni og minni av sprutti. Men so er sølan av víni vaksin ístaðin fyri.
Elsa Maria Olsen, stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins er ikki í iva, at drekkimynstrið í Føroyum er við at broytast.
Men tað er eisini í fullum samsvari við endamálið hjá Rúsuni, sigur hon.
- Okkara endamál er avgjørt at broyta drykkivanarnar, so at rúsdrekka ikki bara verður keypt fyri at virkningum, men heldur fyri njótilsi, sigur hon.

Drekka nógv minni
At drykkjuvanarnir broytast, slóð rættiliga ígjøgnum í heyst, táið prísirnir hækkaðu.
Serliga bleiv spruttið nógv dýrari, samstundis sum vín og øl bara dýrkaði eitt lítið vet.
Tað er heilt týðiligt, at hendan hækkingin hevur tálmað rúsdrekkanýtsluni munandi.
Rúsdrekkasølan hevur ikki havt stundir at dagføra tey nýggjastu hagtølini.
Men Elsa Maria Olsen sigur, at verður hugt eftir trimum teimum fyrstu ársfjórðingunum í fjør, var sølan eitt lítið vet hægri enn hon var í trimum teimum fyrstu ársfjórðingunum í 2008.
Vøksturin var 0,66%.
Men verður hugt eftir nýtsluni í seinasta ársfjórðingi í fjør, varð sølan minkað stívliga eitt prosent afturímóti síðsta ársfjórðingi í 2008.
Men verður sølan í januar og februar í ár samanborin við januar og februar í fjør, er minkingin enn størri.
- Í januar og í februar í ár, er samlaða sølan minkað eini 5%-6% aftur ímóti í sama tíðarskeiði í fjør.
Serliga er tað nýtslan av brennivíni, sum er munandi minkað síðani prísurin varð hækkaður í heyst minkað samstundis sum um at sølan av víni er vaksin eitt lítið sindur.
Tølini eru ikki klár enn, men stjórin metir, at brennivínssølan er minkað eini sjey, átta prosent teir báðar fyrstu mánaðirnar í ár aftur ímóti sama tíðarskeiði í fjør.

Fegnast um gongdina
Elsa Maria Olsen sigur, at tað er ein tilvitaður og miðvísur politikkur hjá Rúsuni at minka um nýtslun av rúsdrekka og tí fegnast hon um gongdina.
- Gamla drykkumentanin í Føroyum er at drekka fyri at fáa kenning. Mangan er talan um eina kjallaramentan, har fólk drekka í einsemi og ongin varnast, at ein trupulleiki er til staðar, fyrrenn fólk eru komin á glíðibreytina.
Tað er hendan hugburðin til rúsdrekka, sum Rúsan roynir at broyta.
- Í Rúsuni royna vit at menna eina góða drykkjmentan, har tað ikki bara ræður at drekka seg skít, men har drykkjuvørurnar í størri mun verða tengdar saman við góðum mati og njótilsi.
- Tí er tað fult út í samsvari við okkara endamál, at sølan av brennivíni minkar og sølan av víni veksur, sigur Elsa Maria Olsen.
Les eisini greinina: Miðalstyrkin lækkar og greinina: Leygardagurin fer ikki at økja nýtsluna, umframt greinina: Nógv mest brennivín