Føroyingar fagnaðir

Føroysku tónleikararnir og dansararnir, sum hava tikið lut á Stokkseyra festivalinum um vikuskiftið, hara verið stórliga fagnaðir av íslendingum. Ikki minst hava gomlu slagararnir hjá Simma skapt gleði

Sonevndi Stokkseyra festivalurin hevur verið um vikuskiftið. Hetta er triðju ferð, at hesin festivalurin verður hildin í lítlu bygdini 15 kilometrar sunnan fyri Selfoss.

Hesaferð høvdu fyrireikararnir valt at hava eitt føroyskt tema fyri festivalin, og tí vórðu tónleikarar og dansarar úr Føroyum bodnir til Stokkseyri at undirhalda.

Tað er Kristian Blak, sum hevur staðið fyri ferðini, og hann hevði boðið Kim Hansen, Jens Marna Hansen, Terja Rasmussen, Paula Magnussen, Simma Jakobsen, Kolbein Simonsen og Angeliku Nielsen við at spæla tónleik, meðan hann lat upp í hendurnar á Hilmari Joensen, sum eisini spælir harmoniku, at finna nakrar dansarar aftrat sær.

Og sigast má, at ferðin og festivalurn hevur hepnast sera væl. Fyriskipararnir siga, at tað ongantíð hava verið so nógv fólk til festivalin, sjálvandi eisini havandi í huga, at hetta bert er triðju ferð, at hann verður fyriskipaður.

Tað kann kanska undra, at tað fyri tað mesta bert hava verið tilkomin fólk, ið hava verið til hendan festivalin á Stokkseyri, men tað hava føroysku tónleikararnir dugað sera væl at fanga, og hava spælt tónleik hareftir.

Mesta fólkið var helst til festivalin sunnukvøldið, tí mðanadagurin er almennur frídagur í Íslandi – verkamannadagur – og allir handlar og stovnar eru afturlatnir. So eingin hevði fyri neyðini at fara upp aftur morgunin eftir til arbeiðis.

 

Brøðratjóð

Íslendingar hava altíð verið eitt blítt fólkaslag, men eftir kreppuna og ta moralsku hjálpina, sum Føroyar veittu Íslandi er tann blíðskapurin mótvegis føroyingum ikki minkaður.

Fleiri íslendingar hava í veitslulag tikið í hondina á okkum føroyingum hesar dagarnar og takka fyri lánið, vit hava veitt teimum. Fyri teir týðir tankin meiri enn sjálv upphæddin.

Men tað var ikki bara lánið og góðu tónleikararnir, sum vórðu fagnaðir. Eisini føroyski dansurin stendur eftir øllum at døma íslendingum nær. Sunnukvøldið, meðan dansurin annars gekk av tí allarbesta, klavdu – allarhelst føroyskir – íslendingar, at føroyskur dansur skuldi vera, tí tað stóð í skránni.

Føroyingarnir allir lata sera væl at ferðini. Vit hava verið uppvartaðir sum greivar, og hartil hevur veðrið verið framúr gott, sjálvt um fyrireikararnir neyvan hava havt ein fingur við í spælinum har.

Longu nú verður tosað um at endurtaka føroysku dagarnar komandi ár, men helst mugu fyrireikararnir telja saman áðrenn, tí tað hevur neyvan kosta heilt einki, at fáa so nógv fólk úr Føroyum at verða við til Stokkseyra festivalin.