Samgongan fer nú at orða ein beinleiðis javnstøðupolitikk.
Tað var boðskapurin frá Johan Dahl, landsstýrismanni í javnstøðumálum, á tiltaki í Miðlahúsinum í gjár, 8. mars, sum er altjóða kvinnudagur
Johan Dahl , sum her er avmyndaður á kvinnuhaldinum í Miðlahúsinum í gjárkvøldið, staðfestir, at vit hava ongan javnstøðupolitikk, men samgongan hevur sett sær fyri at orða ein javnstøðupolitikk fyri, hvussu viðurskiftini ímillum kynini skulu skipast her á landi.
- Bæði kynini skulu hava somu møguleika til gagns fyri einstaklingin, fyri familjuna, fyri arbeiðsplássið og samfelagið, sum heild.
Tað merkir, at rættindini hjá tí einstaka skulu rúmkast, ikki avmarkast, tí vit eru helst øll samd um, at vit fáa eitt virkisfúsari samfelagið, tá ið alt tilfeingið verður gagnnýtt.
Hinvegin vísir hann á, at spurningurin um javnstøðu er alt annað enn einfaldur, tí hann er í veruleikanum, so ómetaliga umfatandi.
Ein trupulleiki er, at hóast kynini formliga hava somu løn fyri sama arbeiði, vísir tað seg, at sum heild hava kvinnur væl lægri inntøkur enn menn.
Ein orsøk kann vera, at tær hava longri barnsburðarfarloyvi við lægri løn og at tær í nógv størri mun enn menn, arbeiða parttíð.
-Tað vísir seg ofta, at tað er kvinnan, sum tekur høvuðsábyrgdina av børnunum.
Men tað fær so aftur avleiðingar fyri eftirlønina, tí forvinna kvinnur minni í arbeiðsárunum, minni hava tær spart upp til eftirlønina og tess minni fáa tær eisini í eftirløn.
Landsstýrismaðurin staðfestir, at tær avgerðir, vit taka tíðliga í lívinum, hanga oftani við alt lívið, eisini hjá kvinnum.
Tað fría valið er ofta dýrt, sigur hann, og soleiðis verður ójavnin varðveittur upp í eftirlønarárini.
Johan Dahl vísir á, at ein svensk kanning vísir, at í miðal hava menn eina lívsløn sum er tvær milliónir hægri enn kvinnur hava.