Samstarvs
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og grønlendski starvsbróður hansara, Rasmus Fredriksen, umrøddu týsdagin samstarv millum Føroyar og Grønland á fiskivinnuøkinum.
Partarnir ásannaðu, at samstarvsavtalan frá 1997, sum tær árligu fiskiveiðiavtalurnar havt bygt á, er eitt hóskandi grundarlag fyri samstarvi millum londini.
Minni svartkalvi
Landsstýrismenninir eru eisini vorðnir samdir um fiskiveiðiavtaluna millum londini fyri 2005.
Í vetur vóru samráðingar á embætismannastigi, og tá kravdi Grønland, at føroyska svartkalvakvotan í Vesturgrønlandi skuldi skerjast úr 150 tonsum niður í 100 tons.
Á fundinum, sum var í Grønlandi, eru landsstýrismenninir komnir ásamt um, at niðurskurðurin verður 25 tons ? og ikki 50 tons - soleiðis at føroysk skip í 2005 kunnu veiða 125 tons av svartkalva í Vesturgrønlandi.
Kongafiskurin
- Á fundinum legði eg dent á týdningin, sum sínámillum samstarv millum Føroyar og Grønland hevur fyri bæði londini. Eg helt, at partarnir eisini eiga at ganga nýggjar leiðir, soleiðis at samstarvsavtalan frá 1997 kann víðkast til eisini at fevna um annað enn fiskivinnu, sigur Bjørn Kalsø.
Fiskimálaráðharrarnir úr Føroyum og Grønlandi fegnaðust um, at Føroyar, Grønland og Ísland sum strandalond hava staðið saman um at arbeiða fyri eini øðrvísi regulering av kongafiskinum í Irmingarhavinum.
- Komið er ikki á mál við nýggju skipanini enn, men vit eru ikki í iva um, at hetta er rætti vegurin fram, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.