Føroyingar fáa ikki serliga pensjón í Danmark

Á hesum øki eru føroyingar sostatt verri fyri í Danmark enn fólk í ES, Sveis og Stórabretlandi, eru

Danska stjórnin hevur sett eina serliga pensjónsskipan í verk, har tað skal bera til hjá fólki at taka seg av arbeiðsmarknaðinum, áðrenn tey røkka vanligum pensjónsaldri.

Eftir nýggju skipanini kunnu fólk, sum hava arbeitt í ávikavist 42, 43 og 44 ár, fara av arbeiðsmarknaðinum, áðrenn tey annars røkka vanlingum pensjónsaldri.

Eftir reglunum sleppa fólk úr ES, Sveis og Stórabretlandi, men sum eru flutt til Danmarkar, eisini upp í skipanina og tað merkir, at starvsaldurin, tey hava úr heimlandinum, telur við, tá ið tey søkja um hesa serligu pensjónina í Danmark.

Men føroyingar og grønlendingar eru ikki við, hóast nógvir føroyingar og grønlendingar búgva í Danmark.

Nú hevur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, reist málið fyri Peter Hummelgaard, ráðharra í arbeiðsmarknaðarmálum. Hann sigur, at skuldi eitt ynski komið úr Føroyum, um at eisini føroyingar, sum flyta til Danmarkar, skulu sleppa upp í skipanina, er hann sinnaður at taka málið upp. Hetta hevur hann eisini boðað Landsstýrinum frá.