Í 2011 gav OUR Recordings út fløguna The Nightingale, har Michala Petri saman við DR Vokalensemblet undir leiðslu av Stephen Layton spælir verk av núlivandi komponistunum Ugis Prawlins, Daniel Böertz, Sunleif Rasmussen og Peter Bruun.
Fløgan hevur fingið sera góð ummæli í útlendskum miðlum, og nú fær hon hábærsligu týsku virðislønina, Echo Award 2012.
The Nightingale varð kosin av týska Phone-Akademie, ið skipar fyri Echo Klassik Awards, millum 240 útgávur býtt á 21 flokkar. Fløgan vann flokkin, World Premiere Recording of the Year.
Í grundgevingini verður millum annað sagt:
»Hvør einstøk kompositión á hesi fløgu vísir eina ógvuliga persónliga og eyðkendað kreativa visión, heilt frá ævintýrkendu kompositiónini hjá lettiska Ugis Praulin yvir Nattergalen hjá H.C. Andersen til tulkingina hjá føroyska Sunleif Rasmussen av svarinum hjá Inger Christensen til Thirteen Days of Looking at a Blackbird, hjá Wallace Stevens."
Echo Klaqssik Awards verður hildið sunnudagin.