Føroyingar eta 100 tons av dunnum og gæs á jólum

Føroyingar eta eini 100 tons av dunnum og gæs á jólum.

Tað sæst, nú Hagstovan hevur gjørt upp, hvussu nógv, føroyingar innflyta av dunnu og gæs um árið.

Niðurstøðan er, at føroyingar innflyta 100 tons av dunnum og gæs um árið.

Men tað er næstan bara á jólum at vit eta dunnu og gás, tí tølini vísa, at 95%-99% av øllum innflutninginum er í fjórða ársfjórðingi.

Harafturat koma so allar dunnurnar og gæsnar, vit hava sjálvi og sum tískil ikki síggjast í innflutningstølunum.

Í fjør innfluttu vit dunnur og gæs fyri næstan 2,9 milliónir krónur, sigur Hagstovan.

Seinastu 10 árini hevur innflutningurin sveiggjað úr 1,9 millión í 2003, tilyvir fyri 3 milliónir í 2007.?

Í nøgd innflyta vit eitt sindur omanfyri 100 tons um árið, mest í 2007, tá vit innfluttu 138 tons av gæs og dunnum.

Hetta svarar til 2,9 kilp fyri hvønn føroying.

Fyri 2005 kom nógv størsti parturin av gæsnum og dunnunum úr Svøríki, men nú er mestsum onki innflutt hagani.

Seinastu seks árini er meir enn helvtin av dunnunum- og gæsnum komið úr Bretlandi, okkurt árið heilt uppí tríggir fjórðingar.

Á øðrum og triðja plássi koma donsku og týsku fuglarnir við 10-15% í part.

Á fjórða plássi koma fronsku dunnurnar við 5-10 %.

Síðan 2006 hava vit eisini iinnflutt eitt sindur av dunnum og gæs úr Pólandi, men tað hevur kortini ongantíð verið meiri enn 5%.

Dunnurnar og gæsnar, sum vórðu innfluttar í fjør, komu úr hesum londum:

Bretland:68%

Týskland:14%

Danmark:10%

Frakland: 6%

Póland: 2%

Talvan vísir, hvussu nógv, vit hava innflutt av dunnum og gæs síðani 2002 til 2011, bæði í tonsum og í krónum