Føroyingar eru raskir at lata pening til vælgerandi endamál av ymsum slagi. Tað vísir ein kanning, spyr.fo, og Krabbameinsfelagið, hava gjørt.
Men kanningin vísir eisini, at tað eru serliga tveir felagsskapir, føroyingar eru raskir at lata pening til.
Av hjálparfelagsskapum er tað serliga Reyði Krossur, sum hevur stóra vælvild í Føroyum, tí kanningin vísir, at 65 prosent av føroyingum stuðla Reyða Krossi. Hann er samstundis tann felagsskapurin, ið nógv flest stuðla.
Annars stuðlar ein triðingur av føroyingum Bláa Krossi og ein fimtingur stuðlar Í Menniskjum góður tokki. Eini 18 prosent stuðla Amnesty, 16 prosent stuðla Skótahjálpini, 11 prosent stuðla Barnabata, og so er tað ein triðingur, sum stuðlar øðrum felagsskapum.
Føroyingar eru ikki heilt so óførir at stuðla sjúklingafeløgum, tí í miðal eru tað 56 prosent av fólki, sum stuðla sjúklingafeløgum av ymsum slagi. Og her er tað Krabbameinsfelagið, sum skarar fram úr við tað, at 60 prosent av føroyingum stuðla tí felagnum. Annars eru tað 39 prosent, sum stuðla Javna og 22 prosent stuðla Deyvafelagnum. Øll hini sjúklingafeløgini fáa stuðul frá ímillum tvey og níggu present av føroyingum.