Danska FC Midtjylland hevur í dag fingið handað danmarksmeistaraheitið í U19-deildini hjá monnum við tveimum føroyingum á liðnum. Teir eru Lukas Giessing og Hanus Sørensen.
Meistaraheitið varð tryggjað fyri einari viku síðani, tá ið kappingarneytin, AaB, misti tvey avgerandi stig og fekk 2-2-javnleik ímóti Silkeborg.
FC Midtjylland og AaB endaðu á sama stigatali, nevniliga 52, men FC Midtjylland hevði greitt betri málúrtøku.
Lukas Giessing, ið er sonur Julian Hansen, skeyt eitt av málunum hjá FC Midtjylland hetta kappingarárið.
Danska meistaraliðið hevur eisini havt eitt gott kappingarár í UEFA Youth League, har teir hava vunnið á stórfeløgum so sum Manchester United og AS Roma.










