Føroyingar eiga á sjúkrahúsi

Einans átta børn vórðu fødd uttanfyri eitt av føroysku sjúkrahúsunum

Nógv flestu føroyingar verða føddir á Landssjúkrahúsinum. Tað vísa nýggjast hagtølini hjá Landslæknanum, ið eru at lesa í nýggju ársfrágreiðingini. Í 2017 fóru nevniliga 98,8 prosent av øllum føðingum fram á sjúkrahúsi.


Um hugt verður eftir tølunum merkir tað, at 634 børn sóu dagsins ljós á sjúkrahúsi, meðan átta børn børn blivin borin í heim aðrastaðni. Av teimum átta føðingunum, var talan um seks kvinnur, ið áttu heima við hús og tvær í sjúkrabili.


Nevnast kann eisini, at av teimum 634 føðingunum á sjúkrahúsi var einans ein, ið ikki var á Landssjúkrahúsinum. Eitt barn kom til verðina við keisaraskurði á Suðuroyar Sjúkrahúsi.


Talan er um tað lægsta talið av føðingum á sjúkrahúsi tey sekstan árini, ið hagtølini hjá landslæknanum fevna um. Í fjør var tilsvarandi tal 99,6 prosent og er hetta fyrstu ferð, at undir 99 prosent av føðingunum eru aðrastaðni enn á sjúkrahúsi.


Til samanberingar kann nevnast, at blaðið Ugeskrift for Læger fyrr í ár kundi staðfesta, at talið av heimaføðingum í Danmark nærum trífaldaðist frá 2013 til 2016. Í 2013 vóru 675 børn borin í heim í donskum heimum, meðan talið í 2016 var 1.718. Tað er tó eitt rák, ið ikki rættiliga sæst aftur í føroysku hagtølunum.