Føroyingar eiga at umhugsa at taka um endan

Taka danir seg aftur av radarstøðini á Sornfelli, eiga føroyingar at kanna møguleikan fyri at yvirtaka danska partin av støðini, so at hon kann rekast víðari, saman við NATO

Radarstøðin á Sornfelli

Møguleikin fyri at føroyingar sjálvur taka um endan og reka radarstøðina á Sornfelli, eigur at verða kannaðir.
Tað heldur fólkaflokkurin.
Fólkaflokkurin á tingi hevur viðgjørt ætlanina hjá donsku stjørnini at taka seg burturúr sínum luti í radarstøðini á Sornfelli.
Og flokkurin heldur, at gera danir álvara at taka seg burturúr rakstrinum av støðini, eigur møguleikin at vera kannaðir fyri at føroyingar sjálvir rinda tann partin av rakstrarkostnaðinum, sum danir hava borið higartil.
Flokkurin vísir á, at NATO hevur higartil borið helvtina av kostnaðinum av radarstøðini og Danmark hevur borið hina helvtina.
Flokkurin hevur fingið a vita at kostnaðurin av støðini er 25 milliónir um árið, ella 12,5 milliónir í part.
? Lítil ivi er um, at støðin hevur havt stóran týdning fyri trygdina hjá Føroyum. Eisini hevur støðin stóran týdning fyri vanligu loftferðsluna til og úr Føroyum, bjargingararbeiði við tyrlu, umframt alla loftferðslu ígjøgnum føroyskt loftrúm, sigur fólkaflokkurin
Hann leggur afturat, at radarstøðin hevur eisini sín stóra leiklut í sambandi við ætlanirnar at yvirtaka loftferðslumyndugleikan, sum eisini gevur inntøkur.
Fólkaflokkurin á tingi metir hetta sum eitt álvarsmál og tí heitir hann á Jóannes Eidesgaard, løgmann, um at viðgera henda spurningin í samgonguni og fáa lýst allar tættir og møguleikar á hesum øki, sigur Jørgen Niclasen, formaður í fólkaflokkinum á tingi.