E-sportur er ein samandráttur av orðunum electronic sport, og tað fevnir um telduspøl, ið verða spæld á høgum kappingarstøði. Tað er eitt heimsfevnandi fyribrigdi, har spælt verður um milliónaupphæddir, og fleiri lond stuðla hesum alment.
Pallurin í e-sporti í Føroyum er eisini væl á veg, og fleiri klára seg væl, men enn manglar almenna viðurkenningin, soleiðis at e-sportsumhvørvið kann mennast enn meira.
- Føroyingar eru sum heild ræðuliga dugnaligir í e-sporti, og tí er tað ein gyltur møguleiki at fáa tað almenna inn og stuðla. Eg eri steinsikkur í, at føroyingar uppá hendan mátan kunnu klára seg væl í altjóða e-sporti, sigur Rúni Winther Johnsen, ið rekur Esport.fo.
- Tað eru ongar natúrligar forðingar fyri, hví føroyingar ikki skuldu verið kappingarførir á altjóða støði, heldur Eyðstein Lützen, ið var við til at leggja undirvísingina í e-sport valbreytini í Skúlanum við Streymin.
Les alt um e-sport í Føroyum í Vikuskiftis Sosialinum, har vit práta við fleiri í føroyska e-sport heiminum, og eisini hitta vit tvífaldaða heimsmeistaranum í Counter-Strike, Lukas Egholm, og vit spyrja ÍSF og FSF um teirra meining um e-sport í sambandi við ítrótt.