Men vit drekka eisini sunnari skilt á tann hátt, at vit drekka minni av tí sterkara og meiri av víni og øli. Kjakfundur um rúsevnispolitikk byrjar kl. 19.30 í Miðlahúsinum Samlaða sølan av rúsdrekka í Rúsdrekkasølu Landsins vaks við 10% í krónutali úr 104 milliónum upp í 114,8 milliónir krónur.
Samlaða talið av seldum litrum vaks nakað minni, stívliga 7%, meðan talið av alkohol litrum vaks við 6%.
Størstu økingina finna vit í søluni av víni, sum vaks 9%. Ølið vaks við góðum 6%, meðan sølan av brennivíni vaks umleið 6%.
Kortini sýna hagtølini, at minni verður drukkið av brennivíni, meðan føroyingar hinvegin drekka meiri av øli og víni. Hartil vísa hagtølini eisini, at vit drekka meiri veikt øl heldur enn gullstyrkina.
Klokkan 19.30 byrjar politiskur kjakfundur í Miðlahúsinum um rúsevnispolitikk í Føroyum. Ølle ru sjálvandi vælkomin til hetta ókeypis tiltakið