Tey, sum frá 1998 til 2011 búðu í Føroyum, men rindaði skatt í Danmark, hava allarhelst rindað alt ov nógv í skatti.
Tað staðfestir Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sum nú hevur tikið málið upp.
Frá 1998 til 2011 var ein serlig áseting í donsku lógini um arbeiðsmarknaðargjøld um AM-bidrag.
?Men 1. januar 2011, varð AM-gjaldið lagt um til skatt og tá varð hendan serliga ásetingin tikin av.
Men Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, er komin eftir, at tey 13 árini, tá reglan var galdandi, bleiv gjaldið í nógvum førum kravt inn kortini.
- Tilsamans kann talan vera um eina stóra upphædd, tí nógvir føroyingar rinda danskan skatt, og gjaldið var 8 % av inntøkuni.
- Heilt nógvir føroyingar fingu einki at vita um, at teir skuldu sleppa undan gjaldinum, og í nøkrum førum hevur SKAT í Danmark givið føroyingum beinleiðis skeiv boð um teirra rættindi.
Fólkatingsmaðurin hevur síðani kannað málið saman við fólki frá Spekt, og nú hevur hann so tikið tað upp við danska skattamálaráðharran, Thor Møger Pedersen.
Sjúrður Skaale førdi fram, at talan er um eitt prinsipielt mál, og tí eigur endurgjald at vera latið, hóast fyrningarfreistin fyri 11 av teimum 13 árunum er farin.
Hann sigur, at skattamálaráðharrin tók málið í størsta álvara, og setir nú eina kanning í verk, sum skal staðfesta, um talan hevur verið um grundleggjandi skeiva mannagongd.
Fyrst verður roynt at finna fram til hvørji fólk, talan er um og um tey hava rindað AM-gjald, og um so er, hvussu nógv, tey hava rindað.
- Tekniskt er hetta er sera tórført, men SKAT hevur fingið boð um at royna at fáa upplýsingarnar til vega.
- Verður komið fram til, at grundleggjandi mistøk eru framd, skal støða takast til, um málið er so prinsipielt, at endurgjald skal latast, hóast fyrningarfreistin er farin, sigur Sjúrður Skaale.
- Men fyrningarfreistin er í øllum førum ikki farin fyri øll árini. So ert tú ímillum teirra, sum búgva í Føroyum og hevur rindað danskt AM-gjald í 2009 og 2010, eigur tú at venda tær til SKAT í Danmark, og biða um at fáa tað broytt.
- Í hesum sambandi skalt tú vísa til § 8, stk. 7 í donsku lógini um AM-gjøld, Arbejdsmarkedsbidragsloven, sigur Sjúrður Skaale, sum her er avmyndaður saman við skattamálaráðharranum, Thor Møger Petersen, v.m.
Tey, fólk, sum hugsað verður um, eru bæði fólk, sum hava arbeitt fyri danskan arbeiðsgevara og fólk sum hava arbeitt fyri føroyskan arbeiðsgevara, sum er skattskyldugur í Danmark. Talan er eisini um fólk, sum eru útleigað til danskan arbeiðsgevara. Men talan er eisini um fólk, sum fingu inntøku av sjálvstøðugari vinnu í Danmark og sum hava leigað út fasta ogn í Danmark.
Nevnast skal, at AM-gjaldið bleiv tikið av inntøkuni áðrenn hon var skattað. Verður AM-gjaldið endurrindað, fer tað tí at hava við sær, at skatturin verður nakað hægri, eins og aðrir frádráttir kunnu ávirkast.










