Føroyingar brynja seg út til at basa fuglakrími

Í farnu viku skrivaði landsapotekarin undir sáttmála sum tryggjar okkum rætt til nóg mikið av koppsetingarevni til at koppseta helvtina av øllum føroyingum fyri fuglakrím

Føroyingar hava nú tikið eitt týdningarmikið stig í royndunum at basa fuglakrími, skuldi tað ringasta hent og tað gerst ein heimsumfatandi farsótt.
Í farnu viku skrivaði Heri Mørkøre, landsapotekari, undir sáttmála við altjóða heilivágsfyritøkuna, GlaxoSmithKline, um at fáa koppsetingarevni.
Landsapotekarin sigur, at sáttmálin tryggjar føroyingum forkeypsrætt til umleið 48.000 skamtir av koppsetingarevninum.
Tað er nóg mikið til at koppseta helmingin av Føroya fólki, tí hvørt fólk skal koppsetast tvær ferðir.
Men hetta merkir ikki, at tað ber til at hava koppsetingarevni á goymslu, so at vit eru til reiðar at koppseta fólk, beinanvegin ein umfarsótt tekur seg upp.
Hetta er ein virus, sum broytist alla tíðina og sostatt ber ikki til at fara undir at gera koppsetingarevni, fyrrenn talan er um eina heimsfarsótt, so at vit vita, hvussu tað sær út akkurát tá.
 
Eisini til hina helvtina
Samstundis sum vit longu hava skrivað undir sáttmála um koppsetingarevni til annanhvønn føroying, verður nú eisini arbeitt við at útvega koppsetingarevni til hina helvtina av fólkinum.
Landsapotekarin hevur lagt eitt tilmæli fyri Almanna- og heilsumálaráðið um at fáa heimild til eisini at útvega koppsetingarevni til hina helvtina av fólkinum.
Sostatt er ætlanin at útvega okkum forkeypsrætt til eina 48.000 skamtir afturat.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, sigur, at tilmælið er til viðgerðar í umsitingini. Men hann ivast ikki í, at Landsapotekarin fær hesa heimildina og at hetta verður avgreitt ein av næstu døgunum.
- Vit kunnu ikki liva við, at vit bara hava koppsetingarevni til helvtina av føroyingum. Tí skulu vit eisini hava koppsetingarevni til hina helvtina av fólkinum, sigur hann.
Men harafturat eru Føroyar eisini við í eini norðurlendskari ætlan um at framleiða kopsetingarevni, skuldi tað verið neyðugt.   
- Sostatt eru vit tryggjað so væl sum tilber, tí vit hava bæði tryggjað okkum forkeypsrætt til koppsetingarevni til allar føroyingar, samstundis sum vit eru við í eini norðurlendskari tilbúgvingarætlan, sum hevur til endamáls at fara undir at framleiða meiri koppingarevni og onnur sløg av koppingarevni, skuldi tað verðið neyðugt. 
 
Tilbúgving klár
Harafturat hava føroyingar gjørt okkara egnu tilbúgvingarætlan, skuldi tað hent, at Fuglakrímið verður til eina heimsumfatandi umfarssótt.
Hans Pauli Strøm sigur, at hendan tilbúgvingarætlanin ásetir ábyrgdarbýtið ímillum ymsar stovnar, verða vit rakt av eini slíkari umfarsótt.
Samstundis ásetir hendan tilbúgvingin, hvørji tiltøk skulu setast í verk, tá ið ein heimsfarsótt við fráboðað.
Millum annað verður ásett, hvussu tey skulu fyrihalda seg á flogvøllinum og á sjúkrahúsunum. Tað er eisini ásett, hvussu farast skal fram um so er, at fólk skulu avbyrgjast heima og hvør skal avbyrgjast heima ella skal í karantenu.
- Føroyar vóru í veruleikanum fyrsta norðurlandið, sum hevði eina slíka tilbúgvingarætlan, sigur Hans Pauli Strøm.
- Úrslitið av hesi tilbúgvingini og tað at vit hava tryggjað okkum koppsetingarevni, ger, at føroyingar eru rættiliga væl brynjaðir, skuldi Fuglakrímið verðið til eina heimsfarsótt, sigur landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum.
- Okkara Heilsuverk og okkara apoteksverk hevur arbeitt fyrimyndarliga á hesum øki, so at vit eru væl fyrireikað at taka ímóti hesi avbjóðingini, skuldi hon komið, leggur hann afturat