Føroysku hondbóltsleikararnir í næstfremstu donsku deildini gjørdu aftur um seg hetta vikuskiftið.
Í tveimum førum bjóðaðu føroyingafeløg hvørjum øðrum av.
Í Keypmannahavn tóku Brandur Halgirsson og Ajax ímóti Hei Skæring, sum tó møtti uttan Rók Akralíð.
Ajax vann dystin 28-24, og føroyski landsliðsleikarin, Brandur Halgirsson, skoraði trý av málunum.
Ajax hevur nú vunnið tveir av fyrstu trimum dystunum, eins og føroyingafeløgini TM Tønder og HØJ
Sunnudagin vóru Teis Horn Rasmussen og Tønder á vitjan hjá føroyingunum í SUS Nyborg. Dysturin endaði 29-19 til Tønder.
Teis Horn Rasmussen skoraði tvær ferðir fyri Tønder.
Fyri SUS Nyborg skoraði Pætur Mikkjalsson tvær ferðir, meðan Tróndur Mikkelsen skoraði eitt mál.
Rói Berg Hansen og HØJ vunnu eisini leygardagin. Rói Berg Hansen skoraði tríggjar ferðir í 31-27 sigri á útivølli ímóti Skovbakken. Toppskjútti hjá HØJ hendan dagin var 41 ára gamli tvífaldi EM-vinnarin, Bo Spellerberg, sum nú er liðfelagi hjá Róa Berg Hansen í HØJ.
Komandi fríggjadag bresta føroyingar aftur saman í Danmark.
Tá taka Teis Horn Rasmussen og TM Tønder ímóti Brandi Halgirssyni og Ajax.
Støðan í donsku 1. deild (føroyingafeløg við svørtum) (haandbold.dk):
Holdnavn | K | V | U | T | +/- | P | |
1 | Nordsjælland Håndbold | 3 | 3 | 0 | 0 | 97 - 78 | 6 |
2 | Skive fH | 3 | 3 | 0 | 0 | 91 - 79 | 6 |
3 | Grindsted GIF, Håndbold | 3 | 3 | 0 | 0 | 83 - 75 | 6 |
4 | HC Midtjylland | 3 | 2 | 0 | 1 | 82 - 76 | 4 |
5 | Ajax København | 3 | 2 | 0 | 1 | 87 - 74 | 4 |
6 | TM Tønder Håndbold | 3 | 2 | 0 | 1 | 75 - 68 | 4 |
7 | HØJ Elite | 3 | 2 | 0 | 1 | 85 - 84 | 4 |
8 | Otterup HK | 3 | 1 | 0 | 2 | 76 - 75 | 2 |
9 | Elitesport Vendsyssel | 3 | 1 | 0 | 2 | 72 - 82 | 2 |
10 | Team Sydhavsøerne | 3 | 1 | 0 | 2 | 94 - 89 | 2 |
11 | HEI, Skæring | 3 | 0 | 1 | 2 | 74 - 81 | 1 |
12 | SUS Nyborg | 3 | 0 | 1 | 2 | 66 - 88 | 1 |
13 | IK Skovbakken | 3 | 0 | 0 | 3 | 82 - 94 | 0 |
14 | HC Odense - Herrer | 3 | 0 | 0 | 3 | 87 - 108 | 0 |