Føroyingar bodnir til Íslands: ?Æskan og Ellin?

Íslendingar, frændir Føroyinga fyri vestan, halda á 5. sinni Strandbergsmótið í Talvi: ?Æskan og Ellin? - ?Yngri og Eldri?.

?Æskan? eru telvarar sum eru 15 ár og yngri, meðan ?Ellin? eru telvarar sum eru 60 ár eldri. Umframt endamálinum, at samansjóa yngri og eldri telvarar, er málið, at styrkja um heilt serligu bondini, sum eru ímillum Ísland og Føroyar. Høvuðsvinningurin er - eins og undanfarin ár - ein 3-daga ferð til Føroyar.

Heilt serligt er tað, at telvað verður í Hafnafjarðar Kirkju, sum eisini verður miðpunktið dagin eftir kappingina, tá serlig guðstænasta verður hildin, sum ein partur av stevnuni í Hafnafirði.

Fyriskipararnir hava í ár valt at bjóða heili 4 føroyingum til kappingina: 2 ?Æskan? og 2 ? Ellin?. Heiðurslimur TSF, Gutti Petersen og Gunnar Joensen umboða eldra ættarliðið, meðan Rógvi Eglistoft Nielsen og Hjalti Toftum Jógvansson, við støði í føroyska styrkilistanum, umboða yngra ættarliðið.

Telvað verða 9 umfør í dag kl. 14.00, har umhugsunartíðin er 7 minuttir til talvið.

´

Kelda: Talvsambandið