Føroysk fakfeløg og arbeiðsgevarar eru nú til reiðar at seta hart ímóti hørðum fyri at forða fyri, at útlendingar fara avstað við øllum arbeiðum, sum verða boðin út í Føroyum.
Tað er longu greitt, at eitt íslendskt felag sleppur at gera risa arbeiðið at umvæla Landssjúkrahúsið, men tað er greitt, at íslendingar eisini eru í ferð við at fara avstað við øðrum stórarbeiðum fyri nøsini á føroyskum byggifeløgum og føroyskum arbeiðsfólki.
Eitt nú hevur Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag, fingið upplýst, at íslendingar hava nógv lægsta tilboðið upp á at gera nýggja ellis- og røktarheimið og økisdepilin fyri sinnisveik í Vági.
Blokera
Hetta vilja partarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum ikki góðtaka longur.
Tað, sum ikki verður góðtikið, er, at íslendsku feløgini koma til Føroyar við íslendskum arbeiðsfólki, sum koma at arbeiða her fyri nógv lægri løn enn føroysku sáttmálalønirnar.
- Vit taka hetta í allarstørsta álvara og kunnu ikki sita hendur og favn ímeðan alt arbeiðið fer av landinum, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
Hon sigur, at tí eru stig tikin til at halda fund ímillum tey føroysku fakfeløgini og arbeiðsgevafelagið um støðuna.
- Í hesum føri er tað avgjørt mín fatan, at bæði fakfeløg og arbeiðsgevarar draga somu línu, sigur Ingeborg Vinther.
Bæði hon, og Eli Brimsvík, leggja dent á, at kemur tað til skarpskeringar, eru tey til reiðar at seta blokadur í verk fyri at blokera fyri, at øll tey almennu arbeiðini fara av landinum fyri dumpingsprís.
Sjálv arbeiðini kunnu tey ikki steðga.
Men tey kunnu nokta limunum í føroyskum fakfeløgum at hava nakað sum helst við arbeiðini at gera, tvs, at føroyskir bilførarar fara ikki at koyra tilfar til og frá arbeiðsplássunum og føroysk arbeiðsmegi fer ikki at levera timbur, betong og annað tilfar til hesi arbeiði.
200 milliónir av landinum
- Vit góðtaka ikki, at útlendsk byggifeløg vinna útbjóðingarnar um øll arbeiðnum í Føroyum, bara tí at tey koma higar við arbeiðsfólki, sum skal arbeiða fyri lønir, sum eru langt undir føroyskum sáttmálalønum, siga tey bæði.
Tí verður tað eitt krav, at politiski myndugleikin setir lóg í gildi, har tað er eitt krav, at allir útlendingar sum koma higar, skulu arbeiða eftir føroyskum sáttmálum.
Fyri at tryggja seg heldur Ingeborg Vinther, at tað einasta rætta er, at ymisk arbeiðsmarknaðargjøld, sum eru prosentgjøld av lønini, verða goldin til føroysk fakfeløg fyri at tey kunnu hava eftirlit við lønini.
- Tað vildu vit hava, tá ið útlendingalógin varð sett í gildi. Men ongin lurtaði og nú sita vit mitt í suppuni, sigur Ingeborg Vinther.
- Sosiala dumping kunnu vit undir ongum umstøðum góðtaka, sigur Ingeborg Vinther.
Bæði hon og Eli Brimsvík vísa á, at Løgtingið hevur sett einar 200 milliónir av á fíggjarlógini til at seta ymisk arbeiði ígongd fyri at varðveita virksemi í teimum krepputíðum, vit eru í.
- Tað kann ikki vera meiningin, at alt skal enda uttanlands, siga tey bæði.
- Minsta krav er, at kappingin skal vera á jøvnum føti.
Bæði Eli Brimsvík og Ingeborg Vinther vóna, at málið verður loyst.
Men eydnast tað ikki, eru vit heilt vist til reiðar at seta blokadur í verk, siga tey bæði.
Vit hava rætt og slætt ikki loyvi til at standa modell til, at útlendingar fara avstað við øllum arbeiðnum í Føroyum og tað skal steðgast, siga Ingeborg Vinther og Eli Brimsvík, sum enntá eru til reiðar at seta blokadur í verk