Føroyingar best í Danmark

Fyri viku síðani var DM-kapping i svimjing fyri lið, og á vinnandi liðnum vóru ikki færri enn tveir føroyingar

Svimjing


um vit hava nevnt fyrr, so hevði Havnar Svimjifelag sent nakrar av svimjarum sínum til Danmarkar, tá DM fyri lið varð hildið fyri viku síðani.

Hetta varð gjørt í samstarvi við Brøndby Vester, og hevði Havnar Svimjifelag sent tríggjar svimjarar hjá báðum kynum til kappingina.

Karin Gaardlykke, Rannvá Jacobsen og Katrin Sørensen luttóku í bólkinum, sum rópast fjórða deild, og teimum eydnaðist at tryggja sær uppflytan til triðju deild.

Bogi Lenvig, Jógvan Joensen og Dia Jacobsen luttóku í aðru deild, og her var um reppið, at eisini teir tryggjaðu sær uppflytan. Teir luttóku í endaligu kappingini um at tryggja sær uppflytan, men longu enn næstan komu teir tó ikki.

Í hesum sambandi skal nevnast, at bæði Bogi Lenvig og Jógvan Joensen við tíðunum í kappingini longu hava tryggjað sær pláss á føroyska svimjilandsliðnum, sum komandi ár fer til Oyggjaleikirnar.


Vunnu DM

Í bestu deildini var eingin ivi um, hvør fór at gerast endaligur vinnari.

Swim-Team West úr Esbjerg vann so ruddiliga kappingina, og við føroyskum eygum má hetta metast sum stórhending. Á liðnum hjá Esbjerg eru nevnliga tveir føroyingar, Ásbjørn Hansen og Eivind Eysturoy.

Bara tað at teir hava megna at vinna sær pláss á liðnum verður roknað sum eitt stórt avrik, og fyri føroyskar svimjarar kann hetta bert vera orsøk til íblástur.