Føroyingar í badmintonkapping í Reykjavík

Hetta vikuskiftið verða ítróttarleikir »Reykjavík International Games« hildnir í íslendska høvuðsstaðnum. Kappast verður í 20 ymsum ítróttargreinum. Um 450 íðkarar koma úr útlondum, meðan eini 200 íslendsk ítróttarfólk luttaka í leikunum.

 

Badminton er ein ítróttargrein, har Føroyar eru sera væl umboðaðar, tí heilir 30 føroyskir spælarar luttaka í kappingini. Talan er um børn og ungfólk í aldrinum 10-19 ár.

 

Innleiðandi umførini verða leikt í dag, meðan hálvfinalur og finalur verða leiktar sunnudagin. Sum myndin vísir, vunnu føroyingar fleiri heiðursmerki á leikunum í fjør, og vónirnar um fleiri heiðursmerki aftur í ár eru góðar, siga føroysku fyrireikararnir.