Føroyingar bíleggja jólaborðhald eitt ár frammanundan

Tað er ongatíð ov tíðliga av hugsa um ársins jólaborðhald. Sambært Michael Jensen, stjóra í MJ Catering vilja føroyingar vera í góðari tíð, tá tey bíleggja mat uttanífrá. Hansara fyrsta jólaborðhald verður í roynd og veru longu síðst í oktober.

- Eg byrjaði at lýsa um hálvan september, sigur Michael sum er stjóri í hesi fyritøkuni sum kann taka sær av øllum í hesum sambandi, bæði matgerð, uppsetan, uppdekking, servering, reingerð, undirhaldi og øðrum.

- Hetta var tó meiri at meta sum ein áminning, um at vera í nóg góðari tíð at bíleggja mat frá okkum.

Tey hjá MJ Catering kunnu bara staðfesta, at tað hevur bitið á hjá teimum. Fleiri bíleggingar eru longu komnar til jólaborðhaldini í ár. Tær koma faktist úr øllum landinum.

- Men tað eru eisini tey sum bíleggja mat frá okkum eitt heilt ár frammanundan - tað vil siga longu beint eftir jólaborðhaldið í fjør, vísir hann á.

Fyrsta jólaborðhaldið í ár er síðst í oktober mánaði, og síðani aftur fyrsta vikuskiftið í november. Og haðani frá koma tey so slag í slag, fleiri staðni sama kvøld.