Kári Hansen saknar eina beinleiðis flogrutu millum Aalborg og Føroyar, og tí hevur hann sent eina umbøn til Atlantsflog. Hann vísir á, at nógvir føroyingar búgva í Aalborg, og tí er tað upplagt hjá Atlantsflogi at hava eina fasta Aalborg-rutu.
Atlantsflog plagar av og á at gera túrar til Aalborg, men danski býurin í Norðurjútlandi er ikki fast ferðamál hjá Atlantsflogi. Harafturímóti flýgur Atlantsflog til Billund, sum er mitt í Jútlandi.
Kári Hansen skrivar m.a. soleiðis í telduposti til Atlantsflog:
- Eg eri ein av teimum, ið brúki Atlantsflog til allar mínar ferðir, og eg gleðist um, at tað gongst tykkum so væl. Kunnu tit ikki gera okkum í Aalborg tann beina, at hava okkum við, tá tit næstu ferð broyta ferðaætlan.
- Tær fáu ferðirnar tit higartil hava flogið beinleiðis til Aalborg, geva neyvan nakra rætta mynd av tørvinum. Um nakað skal byggjast upp, so má tað vera eitt regluligt samband – um tað so bara er eina ferð um vikuna, skrivar hann.
Tað eru eftir øllum at døma nógv, ið eru samd við Kára Hansen. Í gjár deildi hann teldupostin til Atlantsflog á sínum Facebook-vanga, og hetta ynskið um eina fasta Aalborg-rutu er deilt 283 ferðir.