Føroyingaliðið á Akureyri koppaði oddaliðnum

KA hevur nú vunnið seg uppá triðja plássið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Føroyingaliðið á Akureyri, KA er ikki til at steðga í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

Í kvøld vann liðið hjá Nicholas Satchwell, Áka Egilsnes og Allani Norðberg frágera góðan 30-28 á oddaliðnum, Haukar sum vitjaði á Akureyri í kvøld.

Í steðginum var KA á odda 16-14, og tíðliga í seinna hálvleiki vóru akureyringar á odda 19-15, men Haukar vann seg uppá 19-20, og so var tað javnt fram til 25-24 til KA. Tá eydnaðist KA at fáa ein mun á trý mál við støðuni 27-24, og tá kom útiliðið ikki nærri enn tvey mál seinastu løtuna av dystinum.

Nicholas Satchwell gjørdi sítt í málinum, serliga í fyrra hálvleiki. Nicholas hevði 16 bjargingar, heilar 11 í fyrra hálvleiki. 

Til samanberingar hevði royndi íslendski landsliðsmálverjin, Björgvin Páll Gústavsson hevði bara fýra bjargingar fyri Haukar í kvøld.

Áki Egilsnes skoraði fýra mál og Allan Norðberg skoraði eitt mál fyri KA í kvøld. 

Sunnudagin klokkan 15 eru føroyingauppgerð í Reykjavík, tá Fram við Rógva Dal-Christiansen og VIlhelmi Poulsen á liðnum tekur móti KA.

Støðan:

Haukar11 dystir315:27517 stig
FH11327:29416
KA11 dystir290:26914 stig
Selfoss11283:26913
Valur11318:30113
Afturelding11276:28613
Stjarnan11300:29312
ÍBV11320:30911
Fram11 dystir273:28010 stig
Grótta11270:2699
Þór Ak.11243:2864
ÍR11256:3400