Føroyingafelagið í Aalborg fyllir 30 ár

Tann 18 oktober verður føroyingafelagið 30 ár, og tað verður hátíðarhildið við ymiskum spennandi tiltøkum Byrjað verður leygardagin 11. oktober við føðingardegi fyri børnunum frá klokkan 15.00 til 17.00 í Álastovu.

Sunnudagin 12. oktober letur ein føroysk listaframsýning upp í »Huset i Hasserisgade«. Ferniseringin verður klokkan 14.00. Tey listafólkini sum luttaka eru Frits Johannesen, Finnur Sivertsen, Birgitte Allansdóttir Sørensen, Kristina Joensen og Elsa Bech. Listaframsýningin heldur fram til tann 26. oktober.

Týsdagin 14. oktober verður konsert við bólkinum Homeland við Petsi Tvørfoss í Skraaen klokkan 20.00.

Leygardagin 18.oktober klokkan 19.00 verður tann stóra 30 ára veitslan hildin í Håndværkerhuset.

Fríggjadagin 24. oktober klokkan 17.30 verður skipað fyri føroyskum kvøldi í »Huset i Hasserisgade«. Har verður skipað fyri føroyskum dansi, kórsangi, fyrilestri og føroyskum mati. Harafturat verður eisini møguleiki at síggja listaframsýningina.

Tey, ið vilja vita meira, kunnu lesa um hetta á heimasíðuni hjá Føroyingafelagnum í Aalborg, www.alaborg.dk